Fuglaframi - 12.12.1899, Page 3

Fuglaframi - 12.12.1899, Page 3
feil av leiðini, sigldu á bogar, sker og í brimbrot. sumtnir sigldu hvønn annan sundir. Tilsamans umkomust 141 manns. Ein enn syrgiligari skaði hendi suðuri við Haugesund eisini 13. oktbr. Eitt lík, sum skuldi til moldar, var flutt frá tí líttli oynni Røvær, sum ongan kirkjugarð hevur, yvir um fjørðin at begravast í Haugesund. I.íkfylgið úr oynni var 30 fólk. A heim- ferðini kom óveðrið og alt tókst oman av - bátinum, sum so rak á eitt sker, brotnaði og ikki eitt menniskja reddaðist. Tað fólk, sum situr eftir á oynni, er 4 arbeiðsførir menn, 14 einkjur, 35 faðirloysingar og 4 gamlir menn. Transvaalbardagin. Transvaalsmenn og brøður teirra úr Oranje standa seg óføra væl móti Eingilskmonninum. Sum skjót- arir eru teir óførir, og tað er sjáltsamt, hvussu teir duga at pilka høvuðsmenninar burtur úr enska herinum. Tað sýnir á øllum brøgdum, at her berjist ein fólka- flokkur, sum ikki vil selja sítt lands fríheit bíligt. Heima í Onglandi byrja allir partar meira og meira at síggja, at Eingilsk- maðurin við hendan krígsatburðin móti Transvaal stendur tí minni, har órætturin er. Fleiri av Bretlands bestu- monnum hava í alvorligum orðalag úttalað, at hesin bar- dagin er ein hundingsgerð og at hann ■ leggur skomm og vanvirðing yvir landið. Tað er ríksráðgevari Chamberlain, íð eigir I helsta partin av skuldini fyri bardagin. Um hann segði O’Briens nýliga, at han- sara hendur vóru verri dólkaðar, enn hend- urnar á tí versta brotsmanni. Giftingar aldur. í Fraklandi og Belgien má maðurin vera 16 ár fyri at kunna gifta seg, kvinnan 15. í Spanialandi maðurin 14 og kvinnan 12. I Tysklandi er tað 21 og 16. í Eysturríki 14 ár, bæði líka; men í tJngarn maðurin 14 ár er hann Katolikkur, og 18 er hann Protestantur, kvinnan 12 og 15. I Garðaríki skal kvinnan vera tann eldra, minst 16 ár, enn maðurin nýtist ikki at vera eldri enn 14. I Grikklandi og Schweitz geldur sami aldur sum í Spania- landi. I Turkalandi er eingin aldur fyri- settur, har krevist bert ein vissur kunn- skapur í religión. Lýsingar. Eitt seksmannafar við reiðskapi er til sølu. Blaðst. ávísur. Qt.ottur. Ikki hvor og ein, sum sigir við meg Harri, Harri! skal koma i Himmi- ríki, men tann, sum ger faðirs míns vilja, sum er í himlinum (Matth. 7, 21). Vit ganga í kirkju um sunnudagarnar, hoyra lesturin ella prestin prædika og syngja sálmarnar, og óivað biðja teir flestu av okkum eisini av hjarta til Harran um miskunn og náði fyri okkum og okkara, ja fyri allari tí stóru mannarúgvu, sum strevast og stríðist í heiminum. Teir nógvu av okkum lesa kann vera eisini sína morgun- og kvølđbøn og summir gera enn meiri av bønum og lestri. Harri, Harri, góðiHarri! lesa vit, biðja vit, syngja vit. Men tá ið so gerandis strevið kemur fyri aftur, so eru allar bønir, allir lestrar, øll lyftir, øll ynskir til Harran gloymd, tá nýtast vit ikki náði hansara, frið hansara og kærleika; tá trínur sjálvsgóðheitin, avindsjúkan, hástórheitin og alt tað, íð vont ger, fram í okkum. Harri, harri! siga vit, men gera ikki íaðirs okkara vilja. Tí gjørdu vit okkara faðirs sanna vilja, hvussu nógv hevði tá ikki okkara lív umbroytst, hvussu nógv vakrari, ljósari og lættari hevði tað ikki tá verið á øllum háttum. Hvussu nógv sárt og beiskt, sum nú skilur okkum sundir, hvussu nógv av tí eitri, sum nú ger manna- ævina giftiga og skapar eitt helviti á jørðini, hvussu nógv rusk og skarn hevði ikki týnst burtur, um vit av álvara roynđu at gera sum faðir okkara vil. Vit eru sum tær kálkaðu gravirnar, uttan fínir og spelknir, innan skranglar tómheitin og tey deyðu beinini. Vit eru illa við, tá íð vit forsynđa okkurn alđrin so lítið móti tí, sum tey fínu hava funnið upp at rópa »dannilsi«, vit spara einki tá tað ræður um at vísa okkum sum >menn« fyri verðini. Hvussu vit eru innan, tað liggur minni á; uttan at bljúgvast seta vit okkum sjálvar í hásæti, meðan vit ikki spara at lasta og finnast at granna okkara, til tað at vit sjálvir kunnu bresta so mikið stoltsligari. Vit royna at prika og pína alt í hel, sum ikki vil falla á knæ fyri okkara tómheits gudi. Tað er harmiligt sum hasin ber seg at! siga vit, tá ið onkur hevur brotið menn-

x

Fuglaframi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.