Fuglaframi - 12.12.1899, Side 3
feil av leiðini, sigldu á bogar, sker og í
brimbrot. sumtnir sigldu hvønn annan
sundir. Tilsamans umkomust 141 manns.
Ein enn syrgiligari skaði hendi suðuri
við Haugesund eisini 13. oktbr. Eitt lík,
sum skuldi til moldar, var flutt frá tí líttli
oynni Røvær, sum ongan kirkjugarð hevur,
yvir um fjørðin at begravast í Haugesund.
I.íkfylgið úr oynni var 30 fólk. A heim-
ferðini kom óveðrið og alt tókst oman av -
bátinum, sum so rak á eitt sker, brotnaði
og ikki eitt menniskja reddaðist. Tað fólk,
sum situr eftir á oynni, er 4 arbeiðsførir
menn, 14 einkjur, 35 faðirloysingar og 4
gamlir menn.
Transvaalbardagin. Transvaalsmenn og
brøður teirra úr Oranje standa seg óføra
væl móti Eingilskmonninum. Sum skjót-
arir eru teir óførir, og tað er sjáltsamt,
hvussu teir duga at pilka høvuðsmenninar
burtur úr enska herinum. Tað sýnir á
øllum brøgdum, at her berjist ein fólka-
flokkur, sum ikki vil selja sítt lands fríheit
bíligt.
Heima í Onglandi byrja allir partar
meira og meira at síggja, at Eingilsk-
maðurin við hendan krígsatburðin móti
Transvaal stendur tí minni, har órætturin er.
Fleiri av Bretlands bestu- monnum hava í
alvorligum orðalag úttalað, at hesin bar-
dagin er ein hundingsgerð og at hann
■ leggur skomm og vanvirðing yvir landið.
Tað er ríksráðgevari Chamberlain, íð eigir I
helsta partin av skuldini fyri bardagin.
Um hann segði O’Briens nýliga, at han-
sara hendur vóru verri dólkaðar, enn hend-
urnar á tí versta brotsmanni.
Giftingar aldur. í Fraklandi og Belgien
má maðurin vera 16 ár fyri at kunna gifta
seg, kvinnan 15. í Spanialandi maðurin
14 og kvinnan 12. I Tysklandi er tað 21
og 16. í Eysturríki 14 ár, bæði líka; men
í tJngarn maðurin 14 ár er hann Katolikkur,
og 18 er hann Protestantur, kvinnan 12 og
15. I Garðaríki skal kvinnan vera tann
eldra, minst 16 ár, enn maðurin nýtist ikki
at vera eldri enn 14. I Grikklandi og
Schweitz geldur sami aldur sum í Spania-
landi. I Turkalandi er eingin aldur fyri-
settur, har krevist bert ein vissur kunn-
skapur í religión.
Lýsingar.
Eitt seksmannafar við reiðskapi er til
sølu. Blaðst. ávísur.
Qt.ottur.
Ikki hvor og ein, sum sigir við
meg Harri, Harri! skal koma i Himmi-
ríki, men tann, sum ger faðirs míns
vilja, sum er í himlinum (Matth. 7, 21).
Vit ganga í kirkju um sunnudagarnar,
hoyra lesturin ella prestin prædika og
syngja sálmarnar, og óivað biðja teir flestu
av okkum eisini av hjarta til Harran um
miskunn og náði fyri okkum og okkara,
ja fyri allari tí stóru mannarúgvu, sum
strevast og stríðist í heiminum. Teir nógvu
av okkum lesa kann vera eisini sína morgun-
og kvølđbøn og summir gera enn meiri av
bønum og lestri. Harri, Harri, góðiHarri!
lesa vit, biðja vit, syngja vit.
Men tá ið so gerandis strevið kemur
fyri aftur, so eru allar bønir, allir lestrar,
øll lyftir, øll ynskir til Harran gloymd, tá
nýtast vit ikki náði hansara, frið hansara
og kærleika; tá trínur sjálvsgóðheitin,
avindsjúkan, hástórheitin og alt tað, íð vont
ger, fram í okkum.
Harri, harri! siga vit, men gera ikki
íaðirs okkara vilja. Tí gjørdu vit okkara
faðirs sanna vilja, hvussu nógv hevði tá
ikki okkara lív umbroytst, hvussu nógv
vakrari, ljósari og lættari hevði tað ikki
tá verið á øllum háttum. Hvussu nógv
sárt og beiskt, sum nú skilur okkum sundir,
hvussu nógv av tí eitri, sum nú ger manna-
ævina giftiga og skapar eitt helviti á jørðini,
hvussu nógv rusk og skarn hevði ikki týnst
burtur, um vit av álvara roynđu at gera
sum faðir okkara vil.
Vit eru sum tær kálkaðu gravirnar,
uttan fínir og spelknir, innan skranglar
tómheitin og tey deyðu beinini. Vit eru
illa við, tá íð vit forsynđa okkurn alđrin
so lítið móti tí, sum tey fínu hava funnið
upp at rópa »dannilsi«, vit spara einki tá
tað ræður um at vísa okkum sum >menn«
fyri verðini. Hvussu vit eru innan, tað
liggur minni á; uttan at bljúgvast seta vit
okkum sjálvar í hásæti, meðan vit ikki
spara at lasta og finnast at granna okkara,
til tað at vit sjálvir kunnu bresta so mikið
stoltsligari. Vit royna at prika og pína
alt í hel, sum ikki vil falla á knæ fyri
okkara tómheits gudi.
Tað er harmiligt sum hasin ber seg
at! siga vit, tá ið onkur hevur brotið menn-