Fuglaframi - 12.12.1899, Qupperneq 4

Fuglaframi - 12.12.1899, Qupperneq 4
Tær húsfrúgvir og frúgvir, sum ynskja búnyttur (møblar, tøi og annað) higani úr Keypmannahavn, gera klókt í at snúgva sær til Helenu Padursson Dronningens Tværgade 42 København K., sum er stenograf og kontorist, býr mitt í býinum og er kunnug við tey bestu og bíligastu handilsfirma. Tey, sum vilja senda mær boð, fáa alt skjótt og gott og sera bíligt. Singers seymumaskinur fáast bíligast frá Carl Beitzels seymumaskinu- fabrik, Adelsgade 2g, København. Virðis- skjøl (príslistar) við bílætum fáast fyri einki. Danimarks bíligasta lítsøla av musikinstrunientum. Rarmonikur fáast frá 5 kr. Eiólur við boga fra 6 kr. A. Christiansen. 35 I.ille Kongensgade 35. København K. "R1 Q A íTl Q 1 fl fyri hálvárið 1 • oktbr. 1899 JjldiUgJdiU. —i.apríl 1900 skuldi eftir blaðsins eingang fyrisettu reglum longu verið goldið. Gerið nú so væl ikki at đvølja longur við tí, tit sum enn ikki hava sent tað avstað. 1 kr. fyri hvønn haldara hevur einki at siga, men allar hesar ein- staku krónurnar tilsaman hava nógv at siga. Byrsnr og Skjótivápin. Alt slag vápin til jagt og tilmáls skjóting. Stovubyrsur og revolvarir. Lóður og alt til jagt hoyrandi. Byrsusmíðuverkstað. 011 lostaði skjótivápin gerast væl og virðiliga aftur. Hauschildt’s Eftflg. Vald. Trollund Raadhuspladsen 61, KLøbenhavn K.. »Fuglaframi« kann bíleggjast á øllum posthúsum í í'øroyum, Danmark, Noregi og Svøríki. Lýsingar til »Fuglaframa« kunnú antin sendast til prentsmiðjuna ella blaðstýrarin. Nakrir fáir árgangir av »Fuglafr.« frá 1. apríl 1898 til 1. apríl 1899 eru eftir. Teir kunnu fáast til keyps fyri 1 kr. hvør. Trykt i Færo Amtstidenđes Bogtrykkeri. iskjansligu lógir okkara. Vit đugu ikki til fullnar at skyna á, at vit eru túsund ferðir verri stađdir enn tann, sum við brennandi hjarta íðrar sína synd og biður um fyri- geving, tí vit eru kalđir og tómir fyri øllum uttan góðs og gulli og útvortis siðum. Kærleikin, tann reini, bjarti, altfevnandi og stýrandi, hann er burtur og okkara hjørtur eru køld sum glerið og følnaði sum deyða- gras, tí hjálpa sálmarnir, lestrarnir og bøn- irnar einki, tí vit hava ikki brúk fyri kristnini um gerandis dagar. Vit hava gjørt Gud okkara til ein sunnudags- og høgtíðsdagsgud, sum er ov fínur at vera við okkum í gerandis arbeiði. Mannaævin er stutt, góðs og gull mugu vit alt leggja eftir, tá íð vit fara higani, men tað, vit hava gjørt av góðum, tað skal fylgja okkum gjøgnum deyðsins ríki inn í Harrans tær ljósu høllir. Halda vit fram í gáloysi, ósemju og sjálvsgóðheit, tá batar okkum ikki um vit so lesa bíblina hundrað ferðir at enda, tá er kristnan okkum ein deyð trúgv, ein đeyð læra, sum ikki kann redda okkum, tá eru vit sum ókunnugir fyri Harranum, og tá vil hann, tá íð tilkemur, heldur ikki kannast við okkum, men siga: Gangið frá mær, eg havi ongantíð kent tykkum! Men royna vit í álvara at gera hansara vilja, tá skal tað so vist ganga okkum væl og tá skulu vit einaferð av Harrans egna munni hoyra ta sælu heilsu: Væl verið tit komin! Altvaldandi, miskunnsami Harri! Lær okkum fyrst og fremst at síggja okkara egnu skirvisligheit og ófullkominheit, so at vit kunnu vara okkum fyri at fara bondsk- liga avstað og døma granna okkara við svik og órætt. Gev okkum megi og fræls- lyndi til at halda beina kós eftir tí gøtu, sum førir til tínar glitrandi salir. Hjálp tú til at sannleiki og kærleiki kemur at sita í hásætinum í hesum landi, og rek svik og fals á dyr. Halt tina náðis hond yvir alla oyarnar okkara og signa tað fólkið, sum her strevast, hvat antin tað er á lanđi ella sjógv. Verð tú altíð hjá okkum og hoyr hvørja egta hjartans bøn, sum higani frá verður send til tín. Stýr tú Føroya fram- burði, so hann verður tær til æru og okkum til frama. S.

x

Fuglaframi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.