Fuglaframi - 12.12.1899, Síða 4
Tær húsfrúgvir og frúgvir, sum ynskja
búnyttur (møblar, tøi og annað) higani úr
Keypmannahavn, gera klókt í at snúgva
sær til
Helenu Padursson
Dronningens Tværgade 42
København K.,
sum er stenograf og kontorist, býr mitt í
býinum og er kunnug við tey bestu og
bíligastu handilsfirma.
Tey, sum vilja senda mær boð, fáa alt
skjótt og gott og sera bíligt.
Singers seymumaskinur
fáast bíligast frá Carl Beitzels seymumaskinu-
fabrik, Adelsgade 2g, København. Virðis-
skjøl (príslistar) við bílætum fáast fyri
einki.
Danimarks bíligasta lítsøla
av musikinstrunientum. Rarmonikur fáast
frá 5 kr. Eiólur við boga fra 6 kr.
A. Christiansen.
35 I.ille Kongensgade 35.
København K.
"R1 Q A íTl Q 1 fl fyri hálvárið 1 • oktbr. 1899
JjldiUgJdiU. —i.apríl 1900 skuldi eftir
blaðsins eingang fyrisettu reglum longu
verið goldið. Gerið nú so væl ikki at
đvølja longur við tí, tit sum enn ikki hava
sent tað avstað. 1 kr. fyri hvønn haldara
hevur einki at siga, men allar hesar ein-
staku krónurnar tilsaman hava nógv at siga.
Byrsnr og Skjótivápin.
Alt slag vápin til jagt og tilmáls skjóting.
Stovubyrsur og revolvarir.
Lóður og alt til jagt hoyrandi.
Byrsusmíðuverkstað.
011 lostaði skjótivápin gerast væl og virðiliga aftur.
Hauschildt’s Eftflg. Vald. Trollund
Raadhuspladsen 61, KLøbenhavn K..
»Fuglaframi« kann bíleggjast á øllum
posthúsum í í'øroyum, Danmark,
Noregi og Svøríki.
Lýsingar til »Fuglaframa« kunnú antin
sendast til prentsmiðjuna ella blaðstýrarin.
Nakrir fáir árgangir av »Fuglafr.« frá
1. apríl 1898 til 1. apríl 1899 eru eftir. Teir
kunnu fáast til keyps fyri 1 kr. hvør.
Trykt i Færo Amtstidenđes Bogtrykkeri.
iskjansligu lógir okkara. Vit đugu ikki til
fullnar at skyna á, at vit eru túsund ferðir
verri stađdir enn tann, sum við brennandi
hjarta íðrar sína synd og biður um fyri-
geving, tí vit eru kalđir og tómir fyri øllum
uttan góðs og gulli og útvortis siðum.
Kærleikin, tann reini, bjarti, altfevnandi og
stýrandi, hann er burtur og okkara hjørtur
eru køld sum glerið og følnaði sum deyða-
gras, tí hjálpa sálmarnir, lestrarnir og bøn-
irnar einki, tí vit hava ikki brúk fyri
kristnini um gerandis dagar.
Vit hava gjørt Gud okkara til ein
sunnudags- og høgtíðsdagsgud, sum er ov
fínur at vera við okkum í gerandis arbeiði.
Mannaævin er stutt, góðs og gull mugu
vit alt leggja eftir, tá íð vit fara higani,
men tað, vit hava gjørt av góðum, tað skal
fylgja okkum gjøgnum deyðsins ríki inn í
Harrans tær ljósu høllir.
Halda vit fram í gáloysi, ósemju og
sjálvsgóðheit, tá batar okkum ikki um vit
so lesa bíblina hundrað ferðir at enda, tá
er kristnan okkum ein deyð trúgv, ein đeyð
læra, sum ikki kann redda okkum, tá eru
vit sum ókunnugir fyri Harranum, og tá vil
hann, tá íð tilkemur, heldur ikki kannast
við okkum, men siga: Gangið frá mær,
eg havi ongantíð kent tykkum!
Men royna vit í álvara at gera hansara
vilja, tá skal tað so vist ganga okkum væl
og tá skulu vit einaferð av Harrans egna
munni hoyra ta sælu heilsu: Væl verið tit
komin!
Altvaldandi, miskunnsami Harri! Lær
okkum fyrst og fremst at síggja okkara
egnu skirvisligheit og ófullkominheit, so at
vit kunnu vara okkum fyri at fara bondsk-
liga avstað og døma granna okkara við
svik og órætt. Gev okkum megi og fræls-
lyndi til at halda beina kós eftir tí gøtu,
sum førir til tínar glitrandi salir. Hjálp tú
til at sannleiki og kærleiki kemur at sita
í hásætinum í hesum landi, og rek svik og
fals á dyr. Halt tina náðis hond yvir alla
oyarnar okkara og signa tað fólkið, sum
her strevast, hvat antin tað er á lanđi ella
sjógv. Verð tú altíð hjá okkum og hoyr
hvørja egta hjartans bøn, sum higani frá
verður send til tín. Stýr tú Føroya fram-
burði, so hann verður tær til æru og okkum
til frama. S.