Fuglaframi - 24.04.1900, Blaðsíða 2
Altso sjúkan er ikki nú bara krím, og
er tað stórt trúligt. at hon i seinastini kann
hava broytst til landfarsótt? Er tað ikki
meiri trúligt, at tað er sama sjúkan, sum
altíð hevur verið? Altso landfarsótt ella
ein grein av henni; tí smitsom frá fyrstani
av var hon.
Soleiðis sum tað hevur gingið við
Sørvágssjúkuni er tað einki løgið, um fólk
ikki kennir seg trygt við teimum lekjarum,
vit hava, ella um tað missur ein part av
álitinum til teirra.
Teir lekjarir, íð higar koma, eru ungir
og turna beinanvegin frá eksaminsborðinum,
utan at hava roynt seg viðari við doktara-
gerningi. Teir kunnu eftir førumuni vera
rætt góðir, men lanđið vil tó ikki vera væl
statt við eitt lekjaramannskap, sum er so
ungt í gøtuni alt sum tað er. Teir hava
ov lítið roynt seg til tað, at teir trygt skulu
kunna møta hvørjum fyrifallandi viðurskifti,
sum hoyrur teirra gerningi til. Og ikki
skal tað bøta um, at lekjaradistriktini eru
alt ov stór í Førjum og hartil so torfør at
fara, at hvør og ein lekjari fyri tað mesta
er ovbyrjaður av arbeiði.
Tað er vituligt, at ein lekjari, hvørt
góður hann er, kann taka feil so væl sum
onnur fólk, men i einurn slíkum viðurskifti
átti lekjarnir at verið gingnir í samráð,
áðrenn so langt um leið.
Eg havi nevnt hesa sjúkuna Sørvágs-
sjúkuna, sumt fyri skjótleika og sumt fyri
at hon í Sørvági hevur herskað mest. Sjúkan
er eisini í Vestmanna, men í minni lagið.
I Hvalvík livir eisini fólk illa, men tann
sjúkan meinast at vera egta føroyskt krím
(ella influenza). Ein maður úr Sørvági sigst
at liggja á Havnarhospitali; hánn var staddur
i Havn, tá hann kendi seg sjúkan. Møgu-
ligt er hann smittaður heima í Sørvági.
Úr Norðoyum skrivar »Fuglafr.«s bræv-
skrivari 16. apríl: Veturin, sum farin er,
hevur ofta verið harðligur, tó var sjaldan
av ringum ódnum. Tann brimuppgangur,
sum var fyri sunnan i februar og voldi so
nógvan skaða uppá bátar, neyst og annað,
gjørdi so at siga ongan skaða í Norðoyum.
Harímóti kom ikki sørt tilskaðar av vindi.
, Ein glasstovubygningur hjá bóndanum
á Norðtoftum, sum hevur staðið í 150 ár,
og nú i seinastini var gingin nógv av lagi,
datt tó ikki niður tá íð vindurin var uppá
tað mesta í jan. og februar. Men fastu-
lavints mánadag var veðrið av tí vakrasta,
stilli, sólskin við hvørt, og eitt sinđur av
mjørka um f jaliatindarnar — t á hoyknaði
glasstovubygningurin so tigandi beint niðurt
í neðra hevur ikki verið nógd av kava
í vetur, men so mikið meira hevur hann
verið í erva. Seyðurin er enn í toluligum
standi. Smálamb var at síggja í Svínoy
fyri Mariumessu; fáurn øðrum støðum hevur
hoyrst frá lambi.
Fiskiskapurin hevði verið tolnligur, um
veður hevði verið til útróður. A norð-
havinum hava teir bátar, íð hava havt sild
til agns, veitt væl; teir bestu eru slopnir
til 60 í part. Av fiskiskipum, sum komu
inn fyri páskir, hevði »Jubiie« veitt 10,000,
»Stjørnan« 8,500, »Norðingur« 4,000 og
»Dart« 1,200. »Dart« hevði einans fiskað
í tveir dagar.
Ó f r i ð u r i n.
Síðani her síðst nevndist um ófriðin eru
eingi stórtíðindir at siga frá. Tá íð her-
liðini hava brostið saman, hevur Eingilsk-
maðurin bæði í Oranje og Natal, enn sum
fyrr, verið við størsta missin. Boarnir hava
enn ikki gloymt tann listin at lokka fígg-
indan í óføru.
Eingilskmaðurin lieldur seg ikki kunna
koma áleiðis við Boarnum, utan hann nørur
um her sín við 60—80,000 monnum aftrat.
Teir vilja gera seg betur út áðrenn teir
royna nakra stóra fyritøku.
Mafeking er enn í hondum á Ein-
gilskmonnunum, men Kriiger er nú blivin
ótolin yvir, at Boarnir ikki fáa billbugt
við honum og hevur tí sent sonarson sín,
kaptein Eloff. við valdum monnum at hjálpa
til at fáa býin tiknan.
Boarherhøvdingin Joubert er deyður av
sótt. so tað er stór sorg hjá landsmonnum
hansara.
— Blívur Eingilskmaðurin við at nøra
uih her sín í heilum, vita Boarnir við sær
sjálvum, at teir ikki kunnu standa seg í
longdini. Men geva seg undir Ongland
vilja teir ikki; heldur eina ferð enn geva
land sítt upp og strúka tiorðeftir og grunđa
nýtt ríki í oyðimørk.
— Boarnir hava sent Onglandi friða-
bræv uppá tað, at teir skulu behalda fullt
sjálvráði. Men frið uppá hesu kor vil Ong-
land einki hoyri um.
Deyðsfall.
Joen Heinesen, stórkeypmaður í Mið-
vági, er deyður. Hann var maður. sum vil
saknast nógv av øllum, sum kendi hann,
bæði í og utanfyri Vágoy, bæði lágum og
høgum. Altíð tídligur og blídligur og
beinasamur, hvar ein hittið hann og hvar
ein heittið á hann, ar.tin tað var í grinda-
ferð ella nær tað var.