Fuglaframi - 24.04.1900, Qupperneq 2

Fuglaframi - 24.04.1900, Qupperneq 2
Altso sjúkan er ikki nú bara krím, og er tað stórt trúligt. at hon i seinastini kann hava broytst til landfarsótt? Er tað ikki meiri trúligt, at tað er sama sjúkan, sum altíð hevur verið? Altso landfarsótt ella ein grein av henni; tí smitsom frá fyrstani av var hon. Soleiðis sum tað hevur gingið við Sørvágssjúkuni er tað einki løgið, um fólk ikki kennir seg trygt við teimum lekjarum, vit hava, ella um tað missur ein part av álitinum til teirra. Teir lekjarir, íð higar koma, eru ungir og turna beinanvegin frá eksaminsborðinum, utan at hava roynt seg viðari við doktara- gerningi. Teir kunnu eftir førumuni vera rætt góðir, men lanđið vil tó ikki vera væl statt við eitt lekjaramannskap, sum er so ungt í gøtuni alt sum tað er. Teir hava ov lítið roynt seg til tað, at teir trygt skulu kunna møta hvørjum fyrifallandi viðurskifti, sum hoyrur teirra gerningi til. Og ikki skal tað bøta um, at lekjaradistriktini eru alt ov stór í Førjum og hartil so torfør at fara, at hvør og ein lekjari fyri tað mesta er ovbyrjaður av arbeiði. Tað er vituligt, at ein lekjari, hvørt góður hann er, kann taka feil so væl sum onnur fólk, men i einurn slíkum viðurskifti átti lekjarnir at verið gingnir í samráð, áðrenn so langt um leið. Eg havi nevnt hesa sjúkuna Sørvágs- sjúkuna, sumt fyri skjótleika og sumt fyri at hon í Sørvági hevur herskað mest. Sjúkan er eisini í Vestmanna, men í minni lagið. I Hvalvík livir eisini fólk illa, men tann sjúkan meinast at vera egta føroyskt krím (ella influenza). Ein maður úr Sørvági sigst at liggja á Havnarhospitali; hánn var staddur i Havn, tá hann kendi seg sjúkan. Møgu- ligt er hann smittaður heima í Sørvági. Úr Norðoyum skrivar »Fuglafr.«s bræv- skrivari 16. apríl: Veturin, sum farin er, hevur ofta verið harðligur, tó var sjaldan av ringum ódnum. Tann brimuppgangur, sum var fyri sunnan i februar og voldi so nógvan skaða uppá bátar, neyst og annað, gjørdi so at siga ongan skaða í Norðoyum. Harímóti kom ikki sørt tilskaðar av vindi. , Ein glasstovubygningur hjá bóndanum á Norðtoftum, sum hevur staðið í 150 ár, og nú i seinastini var gingin nógv av lagi, datt tó ikki niður tá íð vindurin var uppá tað mesta í jan. og februar. Men fastu- lavints mánadag var veðrið av tí vakrasta, stilli, sólskin við hvørt, og eitt sinđur av mjørka um f jaliatindarnar — t á hoyknaði glasstovubygningurin so tigandi beint niðurt í neðra hevur ikki verið nógd av kava í vetur, men so mikið meira hevur hann verið í erva. Seyðurin er enn í toluligum standi. Smálamb var at síggja í Svínoy fyri Mariumessu; fáurn øðrum støðum hevur hoyrst frá lambi. Fiskiskapurin hevði verið tolnligur, um veður hevði verið til útróður. A norð- havinum hava teir bátar, íð hava havt sild til agns, veitt væl; teir bestu eru slopnir til 60 í part. Av fiskiskipum, sum komu inn fyri páskir, hevði »Jubiie« veitt 10,000, »Stjørnan« 8,500, »Norðingur« 4,000 og »Dart« 1,200. »Dart« hevði einans fiskað í tveir dagar. Ó f r i ð u r i n. Síðani her síðst nevndist um ófriðin eru eingi stórtíðindir at siga frá. Tá íð her- liðini hava brostið saman, hevur Eingilsk- maðurin bæði í Oranje og Natal, enn sum fyrr, verið við størsta missin. Boarnir hava enn ikki gloymt tann listin at lokka fígg- indan í óføru. Eingilskmaðurin lieldur seg ikki kunna koma áleiðis við Boarnum, utan hann nørur um her sín við 60—80,000 monnum aftrat. Teir vilja gera seg betur út áðrenn teir royna nakra stóra fyritøku. Mafeking er enn í hondum á Ein- gilskmonnunum, men Kriiger er nú blivin ótolin yvir, at Boarnir ikki fáa billbugt við honum og hevur tí sent sonarson sín, kaptein Eloff. við valdum monnum at hjálpa til at fáa býin tiknan. Boarherhøvdingin Joubert er deyður av sótt. so tað er stór sorg hjá landsmonnum hansara. — Blívur Eingilskmaðurin við at nøra uih her sín í heilum, vita Boarnir við sær sjálvum, at teir ikki kunnu standa seg í longdini. Men geva seg undir Ongland vilja teir ikki; heldur eina ferð enn geva land sítt upp og strúka tiorðeftir og grunđa nýtt ríki í oyðimørk. — Boarnir hava sent Onglandi friða- bræv uppá tað, at teir skulu behalda fullt sjálvráði. Men frið uppá hesu kor vil Ong- land einki hoyri um. Deyðsfall. Joen Heinesen, stórkeypmaður í Mið- vági, er deyður. Hann var maður. sum vil saknast nógv av øllum, sum kendi hann, bæði í og utanfyri Vágoy, bæði lágum og høgum. Altíð tídligur og blídligur og beinasamur, hvar ein hittið hann og hvar ein heittið á hann, ar.tin tað var í grinda- ferð ella nær tað var.

x

Fuglaframi

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.