Fuglaframi - 29.01.1901, Blaðsíða 1

Fuglaframi - 29.01.1901, Blaðsíða 1
Lýsingar, fyri smæsti skrift: ínnlendskar: 10 oyr. reglan ella hennara pláss. Uttanfyri Føroyar: 12 oyr. reglan. Fuglaframi. „Fuglaframi“ kann bíleggjast á ollum posthusum í Før- oyum, Danimarki, Gronlandi, Noregi og Svøríki. Nr. 20. Tírsdagin 29. Januar 1901. J. ár. „Fuglaframi“ kemur út 2. og 4. tírsdag um Ansvarhavandi blaðstýrari: mánaðin. Skriftlig uppsogn. SvERRE PATURSSON. „Fuglaframi“ kostar, goldin frammanundan, 1 kr. hálvárið, flutningspening undantikin. Av sjálvvanda. Hví óttast tú og stúrir í náttamyrkri svarta, tá oman, niðan skínur og varmar sólin bjarta. Veít tú ikki Harrans orð, sum enn er altíð ungt, sit tí ei'og gruna í døpurhuga tungt. Hví stynjar tú og stúrir í tínum tungu stundum? O neyðar hjarta hoyr tó tann einglasjong í lundum, hoyr hin væna harpuslátt í føgrum einglalag, hoyr hin fagra viðgangin tóna verði glað. Men vil tú ikki hoyra tann harpusláttin reina, so sjálvur hav tú skuld fyri hvat tær er at meina, tekur tú ei heilsubót, sum Harrin bjóðar út, so klaga bert teg sjálvan fyri al tin sorg og sút. Av sjálvvanđa tú kúrir í náttamyrkri svarta, av sjálvvanda er vesælt og døkt í tínum hjarta. O kom tær tó til ljósið fram til gleði og til frið, tá verður frítt og fagurt utan um og í tær við. Tú lat meg taka sorgirnar og alt, hvat tær kann granda, eg vil so fegin hjálpa og loysa teg úr vanda, eg vil so gjarna leiða teg á alli tíni ferð, — so ljóða Harrans miskunnsami orð um alla verð. Jú, søk til Harran fram, hann við gleði vil tær fagna, hann lekjur alt, sum sárt er, hann veit, hvat tær kann gagna, tá mann tú kenna lætta brátt av alli tíni tyngd, tá mann tú verða fróður, alt sum hin villa hind. P. Smitsamar sjúkur í Føroyum. Smitsamar sjúkur ganga nú á døgum tíðari í landinum enn fyrr, og fleiri sjúkur, sum fyrr ikki ella lítið kendist her, eru nú næstan okkara árligu gestir. Tann stóra atvoldin i, at smitsamar sjúkur nú eru so íðiligar her, er tann, at sambandið við út- landið er vaksið so dúliga. Meðan tað í kongaligu handils tíðini gingu langar tíðir millum hvørt skip, íð kom utanfrá, gongur nú ikki vikan utan antin segl- ella guvu- skip kemur higar úr útlondum. Vit liggja soleiðis nú nógv meira enn fyrr í andgletti fyri at fáa sjúkur førdar tíl landið, Men vit eru betur førir fyri at møta teimum smitsomu sjúkunum nú, enn teir gomlu vóru tað. Og tað ger, at Føroy- ingar liva nógv reinsamari nú. Matker- aldini eru reinari og innanhýsis verður oftari sópað og tváðað; eisini kroppurin verður betur" røktir. Meiri reinligheit! prædika lekjarnir nú á døgum bæði tíð- liga og seint; reinligheit er tað besta vápin móti smitsamum sjúkum; smitsamar sjúkur elska skitligheit. Tað eru elđri fólk, sum í rama álvara pástanda, at sjúkurnar ganga tíðari nú, tí at reinligheitin er tikin til! Hetta er ímóti øllum lekjaravitinskapi og royndum. Og frá okkara egna landið gongur eisini vit- nisburðurin imóti hesum. Tí tá íð smit- som sjúka kom til landið fyrr, so gekk hon yvir høvur verri og víðari enn nú, tó at sambandið innanlands var minni. Og úr øðrum londum vita vit, at tær flestu smitsomu sjúkurnar ganga ikki so illa nú í tíðini, og tað av tí, at fólk er reinligari; tær halda seg helst har sum fólkið er skitligast. Svarti deyði, sum í gomlum đøgum oyddi heil lond fyri fólk, hevur stutt síðani verið aftur i Europa, men vann pinkulítið veldi. Sama aðrar

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.