Fuglaframi - 29.01.1901, Blaðsíða 3

Fuglaframi - 29.01.1901, Blaðsíða 3
sínum røðum vóru væl við Føroyingar, ja dámdi okkum sera væl, so virđi teir okk- um ov smábarnaliga — teir virdi okkum sum vaksin virða børn. ikki sum menn virða menn. Vit meina tí, at hesin, íð røddi, ikki rødđi fyri allan flokkin, íð var her í summar, og at tað vóru fleiri í hon- um, sum hugsaði størri og mætari um Før- oyingar. Uppá tað hava vit prógv í brøv- um, vit hava fingið frá ymsum av teimum, sum vóru við í ferðini, Eisini meina vit, at hvat virðingini viðvíkjur, vil tað bætna, meðun um líðir. Mær tykist, at Islendingar høvdu ár- søk til at vera hálvfirtnir av tí, at Dani var biðin um at siga frá islendska tví- sanginum. íð hvussu er, vildi vit hilđu okkum havt góða grund til ikki at tikið tað væl upp, um Danir, meðan Føroyingar vóru tilsteðar, skuldu siga frá føroyska dans- inum. »Fuglafr.« samsinnist við A. C. Even- sen og P. Effersø, at Føroyingar ikki geva seg til ein slíkan umgang, sum »Turist- foreningen« vil hava teir til. Slíkt vil vist ikki vera til sømdir hvørki fyri teir ella okkum, íð heima eru. Hvat íslendingar vilja, verður teirra sak. Føroyingar nýtast ikki at hoppa eftir. At teir vísa sín dans onkumtíð, er einki at siga um; men at teir her søgdu nei, vildi verið beint. Harri—frú. Eg havi tað vón, at tað f jákuta brúkið av »hr.«-inum má doyggja burtur hjá okk- um. Tí lótur og lygn og tvætl er tað millum okkum — hugurin fylgir alđrin við. Og eg trúgvi, at tað skal vera ringt at finna skiliga grund fyri, at halđa uppá tað. Tá íð tí J. P. sigir, et hann Ikki vil blanda seg uppí, hvat víðvíkjur »hr.«-inum, so taki eg tað beinanvegin fyri, at hann einki lík- ligt veit ímóti tí at siga. Fyri at behalda frúunavnið førir J. P. grundir fram. Men tær sýnast mær ikki reiðiligar sterkar og greiðar. Hann leggur okkum eina við, at vilja vit hugsa um at fáa Føroyingar millum fræga manna tal, so mugu vit eisini seta tey orð aftur í tann gamla sess, sum teir gomlu settu tey. Og hann vísir úr Eddu, at frúunavnið slektar frá gudakvinnuni Freyu. Og tí, at tað er gamalt. sømir tað okkum væl at goyma tað og brúka tað. Orðið brúktist fyrr um ráðandi kvinnur, sigir hann. Tí trúgvi eg. Eisini her sýnist tað heldur ikki at vera brúkt um aðrar kvinn- ur utan tær, sum hava havt nógv undir hondum, t. d. um tað ráðandi kvinnu í Húsavík — húsfrúgvin í Húsavík. At hon ikki verður mint við sínum navni, men bert sum »Húsfrúgvin«, tað mann týða, at tað ikki hevur verið siður at kalla fátæk- ari kvinnur við frúunavnið. »Seta orðini í tann gamla sessin«, sigir J, P. Men tá íð tað kemur til stykkið, er hann ikki førur fyri tí. Hann teku’ og broytir frúunavnið til at tað hereftir skal galda allar føroyskar kvinnur, íð eiga hús og heim at standa fyri. Hann tekur eitt gamalt orð og setir í ein nýggjan sess! Tað stendur um ringar og góðar tíðir, eftir sum vit duga illa ella væl at have føroyska grunđ undir fótum; menattroðka tað gamla inn, tá íð tað alđeilis ikki kann høska í sama lagið, sum tað høskaði í forðum, tað er ikki beint. Frúunavnið brúkast júst nú sum í forðum. í forðum brúktist tað um kvinnur av.góðari ætt og við nógvum veldi; nú brúkast tað um »fínari« og »dannaðar« og meiri vælhavandi kvinnur, — tað er sum tað sama. Men honum, sum finnur, at menniskjan kann vera líka góð, hvar hon er støđđ, býr tað írrióti, at ein pai'turin av kvinnum virðist við frúunavni fram fyri hin. Teir høvdu eisini í forðum nøvnini »trælur« og »fríur«. Skulu vit eisini brúka tey nú? Eg meini, at J. P. hevur sýnt, um enn vist ikki við vilja, at slíkt tjenar okkum ikki. Og kann frúunavnið ikki líkliga brúk- ast utan at broytast til at galđa alla kvinn- ur, íð eiga hús og heim at standa fyri, so tykir mær tað klókligast at leggja tað burtur, ella at tað (frú ella helst húsfrú) bert verður brúkt í umtali og ikki í tiltalu og tilskrift. Tí eisini tað: At fáa fólk til at leggja frúunavnið av, tað er gjørligt; men at fáa fólk til í talu og skrift at nevna við frúu- navni allar kvinnur, sum eiga hús og heim at standa fyri, —. tað haldi eg vera ógjørligt. Men av teimum tveimum: Antin seta tað í tann gamla sessin (sum tað er nú), ella lata tað galda yvirhøvur, taki eg, at tað skal galda yvirhøvur. Páll. Sibirien i vore dage. S. O. Paturs- son. 4. hefti er liðugt og inniheldur millum annað bókaskrivarins ferðalag saman við heidningum á ovði plássum. »Knald-Patriotar«. At gera nógv av og gera nógv burtur úr ongum, sýnist at liggja lætt fyri »Tingakrossi«. Tað sum blaðið sigir um hvalaveiðuna er nógv uppafturtos; at útlendskir pengar gera tað

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.