Fuglaframi - 14.01.1902, Side 3
Tú lærir ikki einans at baka, steikja
og kóka. Eisini at salta, roykja, leggja
niður smásild, og at goyma allan mat og
matvaru.
Og so koma allar tær norsku suppir-
nar; tær eru so nógvar sum dagar eru í
árinum, veitst tú!
Alt grønt, og eplir og røtir, lærir tú
at varðveita eftir nútíðar krøvum. Slíkt
eigir at vera meiri kent i Føroyum enn
tað er. Urtaføði er besta føðin, tó vit
halda lítið um hana.
At laga saft og sylta frukt fært tú
eisini frágreiðing um.
Ein lang grein er um drykkir. Hon
byrjar við víni og rúsdrykkjum.
»Um ein er avhaldsmann elder ikkje
— den ting er viss, at di mindre her vert
drukke av desse fæle og forgiftige bland-
ingar, sum vert selde for >kognak« elder
>portvin« elder >sherry« til 60—80 øre
flaska, di betre var det báde for penge-
pungen og folkehelsa«, — og so vísir hon
á til at laga bervín, súreplavín o. t. og øl.
So kemur hon við »Husráder«: ráð
mót øllum oftavikjandi sjúkum: krimi,
trongd fyri flatbrósti, gigt, svøvnloysi,
tannapínu, >ringum fingri«, frost. Og síðani
ráð til at halda seg frá smittu; tí sum hon
sigir: »Det er beste lekjeđomen, som
møter sykja (sjúkuni) fyr ho kem i huse«.
Bókin kostar 1 kr. 60 oyr. og er so
væl skrivað, at ein kann sita við henni,
sum við øðrum stuttleikalestri.
Sjálvt tann fínasta mat kann ein læra
at laga eftir henni, og tilfarið er ofta so
originalt og bíligt, at tú ert fegin at hava
lært matgerð fyri so lítlan pening. Nógv
nýtt lærir tú úr henni, um tú enn er roynđ
í matgerð.
Bókin er verd at fáa sær hjá øllum
føroyskum kvinnum, íð standa fyri húsi, tí
tey viðurskiftir, hon er framkomin undir,
Ifkjast nógv til okkara.
Hon fæst í bókbúð allastaðnis.
M. W.-I.
Kirkjuviðurskiftini í Vágum. Tað er
møguligt, at tann parturin, sum stóð so
boysin og skrásikkur móti Vágapresti í tí
viðgitnu sak, ikki følir seg rættiiiga væl
við aftaná Hægstarættsdómin. Sum dóms-
avgerðin fall, mátti ein tó kunna vænta,
at fólk og prestur kundi forlíkast aftur.
Hvat skuldi nú strangt tikið vera í vegin?
Men tað hendur tó valla — eftir hvat íð
eg kenni til viðurskiftir í Miðvági. (Ur
hinum Vágabygdum hevur mær ikki komið
annað fyri oyra, enn at har hevur verið
gott ímillum tær og prestin; rættiliga vist
veit eg tað tó ikki.)
Men tá íð nú hesin parturin vil ófrið
heldur enn frið, so er bara ein útvegurin,
og tað er, at presturin gevur eftir;
t. v. s. hann eigir at gera, hvat hann kann,
fyri at sleppa sær í prestagerning aðra-
staðnis, so at ein nýggjur, sum kann samla
fólkið aftur, kann koma staðinfyri.
Tað >stilla kríggið«, ið nú stendur,
skaðaetur bæði eitt og annað gott.
T.
Vøggu Ijóð.
Søti, lítli eingil mín
er so góður við pápa sín,
víl tú hann skal taka teg,
bera teg ein langan veg
yvir breyt og yvir stein,
ikki skal tú fáa mein;
hittur hann vegin stranga,
hann er førur at ganga,
gongur hann bjørg og skorar blá,
upp um fonn og niður um gjá,
fimur er hann á føti,
so varliga hann flytur teg
allan henda langa veg
fram á grøna fløta.
Hagar kemur mamma tin.
tekur hon lítla eingil sín,
leiðir hann til húsar brátt,
nú skal hann sova sær í nátt,
hann hevur ferðast allan dag,
alt bar honum væl í lag;
pápin gekk vegin stranga,
tí hann var førur at ganga,
bar hann um bjørg og skorar blá,
upp um fonn og niður um gjá;
fimur var hann á føti,
so varliga hann flutti teg
um allan hendan langa veg,
ti fann eg teg aftur á fløtu.
Gávi tær so berst í lag,
sum tær hevur borist henda dag.
Gávi at tín æviskeið
fellur tær so blíð og greið.
Um tú treður á hálan stein,
Gud lat teg ikki fáa mein,
verði hann tftt fylgi
bæði á land og bylgju,
bæði um land og skorðar blá,
upp um fonn og niður um gjá.
Hann tær vegin greiði,
inntil tú á efstu stund
svevur tín hin síðsta blund.
Gud mín eingil eigi.
J. P-