Fuglaframi - 14.01.1902, Blaðsíða 4

Fuglaframi - 14.01.1902, Blaðsíða 4
Føringafelag kann næstan kallast at liggja á deyðastrá nú. Atvoldinar til. at tað er gingið soleiðis undan brekkuni. eru mangar. Men ikfci er tað tær, sum maðurin roknaði upp, tá hann tók sær fyri at fara at skriva »Et blad af Føringafelags historie«. Eg ætli ikki mær her at greiða frá, hvat eg halđi atvolđinar vera. Eg víl bara siga: Heiður yvir Føringafelags grøv! So vist sum Føroyingar koma til at finna seg sjálvan aftur, so vist skal tað einaferð sannast, at tann dagur, íð Føringafelag íbirtust, tað var Føroyars størsti d a g u r. Lat tað tí bara fara í grøvina alt fyri eitt. Tað er smáligt, tað hevur eftir at gera — sjálvt um vit nú kundu reist tað aftur á fót —, imóti hvat tað h e v u r gjørt. Tað h e v u r útint størsta partin av tí stolta endamáli, tað setti sær fyri. Eina- ferð — eftir sum vit verða førir fyri at síggja skiligari enn vit síggja nú — skal tað sannast, at alt tað besta, vit eiga í landinum, er sprottið út av Føringafelag. — Útideyður. Nottina millum 8. og g. h. m., tá íð Heimasandsmenn vóru á heimferð við doktara, doyði ein av flut- ningsmonnunum, Hanus í Koytu (Hans Olsen eldri), millum Sands og Skopum. Hann fylgdust úr Skopum við doktarinum og tveimum øðrum av flutningsmannskap- inum niðan til »Drekkans á«, men bleiv siðani aftaná. Tá teir seinastu, sum høvdu đvølst longst í Skopum, vóru komnir til Sands. var Hanus enn burtur. Og tá teir ikki høvdu rakt við hann á leiðini, varð við tað sama boðað til at fara og leita. Tá teir enđiliga funnið mannin — hundarnir snoddaðu hann upp —, var hann so maktaleysur. at hann ikki bjóðaði til at taka bita í munnin. A heimleiðini and- aðist hann i honđinum á teimum, íð bóru hann, og hevði undirvegs ikki talað annað enn tvær reisur biðið um vatn. Doktarin varð uppvaktur, tá teir komu at húsum, menn kundi einki annað siga enn at lívið var slóknað. — Fiskaprísurin heima á Sandi er nú 4 oyr. yvirhøvur, í Skopum 3% og 48/4, í Kvívik og Vestmanna 4*/2 og 572- í Havn er prísurin 3 */2 og 4'/2! Tá ið ein útróðrabátur t. d. fiskar 500 pund av smáum, so fær hann, um hann avreiðir í Havn, 17 kr. 50 oyr.; avreiðir hann í Kvívík, fær hann 22 kr. 50 oyr., a 11 s o 5 k r. m e i r i. Ella ein kann ei- sini siga: Fyri at fáa 17 kr. 50 oyr. noyð- ast Havnarmenn at fiska 500 pd. av smá- um, meðan Kvíviksingar ikki nýtast at fiska meir enn 389 p u n d fyri at fáa tað sama av peningí. Tað er eyðkent fyri høvuðstaðskeyp- menninar. at teir altíð halda teir 1 æ g s t u fiskaprísur, sum til eru at finna í landinum. Og tá íð teir á bygdini um Havnina hava sínar úthandlar, so halda teir sama pris har, t. v. s. so leingi teir eru einsamallir og eingin Mortensens ella annar handils- maður noyður teir til at seta upp. — Sjúrður! Yrking tygara skal fáa rúm í blaðnum; men fyrst mugu tygum lata meg vita, hvør tygum eru. Tí ikki verður gjarna nakað sett í blaðið, utan eg veit, hvørjum tað er frá. Lýsingar. Undirskrivaði bjóðar síni nýggju góðu hús á Brimnesi á Seydisfirði til Føroy- ingar, sum ætla sær til íslands at rógva út. Eg seti meg føran fyri altíð at kunna skaffa nóg nógva sild tii agns. Treyturnar eru tær somu hjá mær sum hjá øðrum her á firðinum. Seydisfirði, 31. oktbr. igoi. Joh. Vigfússon, Factor fyri O. Wathnes arvingar. Landt’s og Lucas Oebes’s bók um Før- oyar keypist fyri høgt virði. Blaðstýrarin ávísir. Nakrar fáar „Dagdvøljur“ eru eftir. Tær fáast fyri 40 oyr. hvør, tá ein sendur pen- ingin (frímerkir kunnu eisini senđast) undir útskrift: S. Patursson, Kirkjubø. Skulu bøkurnar flytast við posti. mugu 4 oyr. sendast aftrat. Blaðhaldarir, komið I huga at siga frá, tá tit skifta bústað. Gerið tað alt fyri eitt, um tit vilja vissa tykkum ikki at missa bløð burtur úr. Tey, jð standa til rest við blaðgjaldið til »Fuglaframa«, biðast vinsamliga senda tað til blaðið fyrst, tð tilber. FUGLAFRAMI fæst hereftir til keyps hjá drong- inum, sum ber blaðið um í Havn, J. Christiansen, (nær við prentsmiðju „Dimmalætting“s. Prentað hjá „Fære Amtstidendes Bogtrykkeri“, Tórshavn.

x

Fuglaframi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fuglaframi
https://timarit.is/publication/11

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.