Fuglaframi - 25.02.1902, Page 4
Læt okkum vera g ó ð menniskjur, so
sleppa vit inn til hendan summarmorgun
— hvat antin hann kemur seint ella
tíðliga — sum er vakrari enn allir aðrir
summarmornar, íð vit hava sæð.
Lat okkum vera g ó ð menniskjur, so
sleppa vit einaferð inn til fullan dag,
leysur frá øllum ti starvi, sum her vil
vognskkjerja okkum.
Harald Heims-Forvitni.
— God Templarar íFøroyum.
Ein danskur God - Templarmaður, Henrich-
sen sniðkari í Havn, bjóðaði til fund har í
býnum sunnudagin um avhaldsmálið. Hann
greiddi frá hvussu God Templarfeløgini
vóru skipaðu og studdaði til at íbirta eitt
slíkt felag í Havn. 5 fólk søgdu seg
vilja vera uppi í við tað sama.
God-Templar ordanin hevur sama sum
avhaldsfeløgini tað fyrimál at týna rús-
drekka burt. God-Templarfeløgini skilja
seg tó í mongum frá avhaldsfeløgum, t. d.
við at tey øll standa undir stýri: »storlogen«,
og at tey krevja strangari reglur fyri
sínum limum, at ein G.-Templarlimur hevur
atgongd til øl 1 G.-Templarfeløg, at stýrið er
embætismmasamt skipað, at fundirnir havast
at við nógvum »ceremonium«.
Eftir God-Templarlógini er ikki loyvi
at íbirta felag við færri limum enn 12.
— Burtvið emaljeraðum mat-
íløtum! 1 fyrilestri, nvliga hildin í
Berlin í samkomihúsi hjá arkitektunum, var
vitnisburður førdir fyri at go pCt. (90 av
100) av øllum tarmasjúkum eykast av.
emaljusplintrum, sum seta seg í magan og
tarmarnar. Eisini á kemikarsamkomuni
ifjør í Paris var víst á. hvussu skaðilig
emaljeraðu kókiíløt eru. Hin navnframi
Barille framhelt har, at kókiíløt við emalju
ikki mugu brúkast utan við ýtarstu varsam-
heit; sást tað aldrinn so lítið til at emal-
jan tók at loysna ella brotna, so burt við
teimum alt fyri eitt.
— D ú g v a n , avhaldsblaðið, íð var
komin á fallandi fót, fekk við árskiftið
studning frá 55 nýggjum haldarum í Havn
og tillíka ein lítlan styrk frá tí navnlanga
felag: »Thorshavns kvindeforening til
Ædruelighedens Fremme«. Hettar hevur
gjørt so mikið, at blaðið verður við at
halda fram enn sum áður. Av forvitnis-
ligum í teimum tveimum í hesum árið
útkomnu bløðum finst i tí fyrra ein grein »Et
Enten-eller«, sum talar at tí atburði, at
avhaldsfelagslimir eisini eru limir av Havnar-
klubba.
Lýsingar.
Háskúli.
3. mai verður byrjað at halda skúla í
Føgrulíð fyri gentum. Tær, sum ætla sær
á skúlan biðjast venda sær mundtliga ella
skriftliga til annan av okkum undirskrivaðu.
Eisini gera vit kunnugt, at her á
skúlanum verður frá 3. mai til 28. juli
undirvíst í:
1) mansins søgu,
2) natúriæru,
3) kvinnuligum hondgerningi, umframt al-
mindiligum skúlakunleika: rokning,
skriviny 0. s. fr.
Fyri undirvísning og undirhald verður
í alt at gjalda 25 krónur um mánaðin.
Rasmus Rasmussen. Simun Skarð.
í 30 ár havi eg brúkt skrátubbak, tað slagið, sum
í tí tíð og til nú er fert í handlinum her í oyggjunum.
Nakað síðani feldi eg á mær, at helsan ikki longur
var fer fyri at standa ímóti tubbaksgiftini. Eg bleiv
reiðiliga sjúkur, og lekjarin forbeyð mær at skráa. Menn
vanin var ov sterkur, eg fekk meg ikki til at halda
uppat. Ein vinur ráddi mær til at royna C. W. Obels
Medailleskrá, sum eg tá keypti við tað sama og brúkti
nakrar dagar, og tá feldi eg onga ilsku. Eg fór aftur
at keypa av tí gamla skráinum, menn bara fyri 2 oyrur;
har av bleiv eg alt fyri eitt aftur sjúkur. Síðani havi
eg bara brúkt C. W. Obels Medailleskrá og finni einki
aftur til sjúkuna. Eg anbefalli hetta skrátubbakkið tað
besta eg kann, sum heilsusamt. drúgt og behagiligt.
Tórshavn, n. februar 1902.
J. A. C. D a m,
s k i p a r i.
jyolfl með íiðeu!
,føb 6. 58. „C0cl§“
licrtíwíc 3HlcDniIíc=$fraíoD(if.
®en ev beit jttnDefte, Oebfte ofl Dvoíefte;
altiD forn frift. Sttuá íjo§ fteve §attDleitDe
Ijev i ©hett.
'Liáje jnnucl jom nnbve Slnfls íu=
fanffer og ©iflnrer frn „ObelS" ynbriffer ottbe*
fnle§ til føfamænb og ipnublenbe ouernlt ynn
fjærøenie tit gaOvÍfáÓvijer bereá '.HflCltt:
9)í. (vittnvðfott, iítiuiðbaott.
Tey, jð standa til rest við blaðgjaldið
til »Fuglaframa«, biðast vinsamliga senda
tað til blaðið fyrst, íð tilber.
FUGLAFRAMI fæst hereftir til keyps hjá drong-
inum, sum ber blaðið um í Havn, J. Christiansen, (nær
við prentsmiðju „Dimmalætting“s.
Prentað hjá „Færo Amtstidendes Bogtrykkeriu, Tórshavn.