Oyggjarnar - 18.04.1905, Blaðsíða 1

Oyggjarnar - 18.04.1905, Blaðsíða 1
a-JK IWS e0>, OYGGJARNAR. i. árgangur. Tísdagin 18. apríi. Nr. i. »Oyggjarnarn kosta 25 oyra um mánaðin við flutningspeningi. Føroysk vikublað. Lýsingar: smæstu skrift 12 oyrur reglan i fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr. -P7^yrsta orðið, OYGGJARNAR mæla á síni ferð út um lond, er tøkk til tær 250 kvinnur, sum hava lagt grundarstein undir blaðið við at tekna seg fyri fast blaðhald í 3 ár, so at tað kann vinna tíð at menna seg fram til eitt gott, -almannyttugt blað fyri kvinnu og mann, ein tøkk fyri, at tit høvdu so gott dirvi til at royna enn eitt føroysk blað og ikki ræddist ta vanskepnu, sum tí verri øll føroysk bløð fingu hegartil. »Oyggjarnar« stúra onganlu'nda fyri. at nakar av tykkum vil svikja. Tær lova at skikka sær so væl, at tit verða við blaðhaldið i manga ferðir 3 ár; tær vænta og hopa, at tit, sum hava tilfar, ikki gloyma blaðið. at tit ikki spara at senda okkuin atfinning, tá ið tit halda ársak vera til tess — um ting. sum eru framhildin í blaðnum — tað verður upptikið í bestu meining. »Oyggjarnar« blaðhaldarir, sum eru framlig í málinum. biðast um ikki at ótolnast, um tað (málið) í fyrsta árgangi verður eitt sindur blandað ella ikki ovmikið ókunnugt fyri tey nógvu, sum halda »Oyggjarnar« f^'ri at gera seg kendan við føroyskan lestur. Aðrastaðnis í blaðnum bjóðast tað út til blaðhald fyri mann og kvinnu, 1 ár ella '/g ár ísenn. 1 seinastu ríksdagssamling, 13. decembur,, kom frá dønsk- um kvinnum eitt lóguppskot um at sleppa framat at søkja sær fullmaktsembætir í »statens statistiske bureau«. Boðberarin tær høvdu á tingi var fólka- tingsmaðurin Ingvard Jensen. Hann førdi tann dagin fyrsta orðið móti Birck, sum hevði roynt at køva uppskotið fyrstu ferð tað kom fram: Tær kvinn- ur, sum fyrr og nú hava sett sær mál til statsvitskaplig prógv, hava allar fingið 1. karakter, meðan meginparturin av mann- fólkinum 2.—3. karakter ella mátti tvma frá eksamensborð- inum. Millu'm teir, sum ikki eru slopnir cnn til 2. karakter, og altso standa \>æl aftanfyri hesar kvinnunar, er — hr. J au- ritz Birck. (Allur vendu ímóti Birck, og tá varð láí tingsali). L.óguppskotið fekk 80 m^nná við sær. og fór tá alt í e num í landstingið. Harinni er tað sluttiligt langt siðani blivið til lóg. Duga Føríngar ikki til embætsmenn ? I síðstu 16—20 árini fóru 20 Føringar út at lesa. Av hesum 20 hava 4 (fýra) fingið kandidatprógv. Teir, sum fóru árini framman- undan, sýnast at hava verið væl treystligari. Lisabet M. Y nskið eftir at fáa okkum g í Havnini hevur meira enn •aina ferð verið frammi í bløð- unum. Eg ivist ikki i, at tað kemur í lag — bara tað verður nakað skjótt; trongdin til eitt sovorðið seljingastað fyri hvønnmann til landproduktur veksur í hvørjum. Vit duga øll at skyna á, hvussu hent tað hevði verið bæði fyri keyparir og seljarir. Tann fyrsti veit, hvar hann kann fáa tað, hann skal brúka, og annar veít, hvar hann skal fara við tí, hann vil sleppa av við. I mars mánað lat eg 155 egg til ein handilsmann og kundi ikki fáa meira enn 4 oyr. fyri stykkið, meðan tey, sum høvdu tíð at ganga hús úr húsi og handilsmenn fingu 6 oyr. fyri eggið. Eg tapti tá 3 kr. 10 oyr. í ein mánað uppá eitt smáprodukt sum egg, bara tí vit einki torg hava at ganga tii. Um heystið kundi eg tjent stóran pening fyri blóðmør, tálg og avroð. Nú skerpikjøtið er í so góðum prísi, selja vit i minna lagi av livandi seyði; so havi eg smør, ost og rullupilsur at lata; onnur hús her i bygd- ini hava mangt slíkt.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.