Oyggjarnar - 18.04.1905, Blaðsíða 1
i. árgangur.
Nr. i.
’Oyggjarnar* kosta 25 oyra um mánaðin
við flutningspeningi.
Føroysk vikublað.
Lýsingar: sraæstu skrift 12 oyrur reglan
á fyrsti síðu, hinar 8, útlendslcar 15—!2oyr.
■ j iyrsta orðið, OYGGJARNAR mæla á síni ferð út um lond, er tøkk til tær 250 kvinnur, sum
hava lagt grundarstein undir blaðið við at tekna seg fyri fast blaðhald í 3 ár. so at tað kann
vinna tið at menna seg fram til eitt gott, .almannyttugt blað fyri kvinnu og mann, ein tøkk fyri, at
tit høvdu so gott dirvi til at royna enn eitt føroysk blað og ikki ræddist ta vanskepnu, sum
tí verri øll føroysk bløð fingu hegartil.
»Oyggjarnar« stúra onganlunda fyri, at nakar av tykkum vil svíkja. Tær lova at skikka
sær so væl, at tit verða við blaðhaldið í manga ferðir 3 ár; tær vænta og hopa, at tit, sum hava
tilfar, ikki gloyma blaðið. at tit ikki spara at senda okkum atfinning, tá ið tit halda ársak vera til
tess — um ting, sum eru framhildin í blaðnum — tað verður upptikið í bestu meining.
»Oyggjarnar« blaðhaldarir, sum eru framiig í málinum. biðast um ikki at ótolnast, um tað
(málið) í fyrsta árgangi verður eitt sindur blandað eila ikki ovmikið ókunnugt fyri tey nógvu, sum
halda »Oyggjarnar« fj'ri at gera seg kendan við føroyskan lestur.
Aðrastaðnis í blaðnum bjóðast tað út til blaðhald fyri mann og kvinnu, 1 ár ella 72 ár ísenn.
i seinastu ríksdagssamling,
13. decembur,, kom frá dønsk-
um kvinnum eitt lóguppskot
um at sleppa framat at søkja
sær fullmaktsembætir í »statens
statistiske bureauc. Boðberarin
tær høvdu á tingi var fólkas
tingsmaðurin Ingvard Jensen.
Hann førdi tann dagin fyrsta
orðið móti Birck, sum hevði
roynt at køva uppskotið fyrstu
ferð tað kom fram: Tær kvinn-
ur, sum fyrr og nú hava sett
sær mál til statsvitskaplig prógv,
hava allar fingið 1. karakter,
meðan meginparturin av mann-
fólkinum 2.—3. karakter ella
mátti rýma frá eksamensborð-
inum. Millum teir, sum ikki
eru siopnir enn til 2. karakter,
og altso standa Væl aftanfyri
hesar kvinnunar, er — hr. J ,au-
ritz Birck. (Allur vendu
ímóti Birck, og tá varð láí
tingsali).
I.óguppskotið fekk 80 rmmns
við sær, og fór tá alt í -e num
í landstingið. Harinni er tað
sluttiligt langt síðani blivið tii
lóg.
Duga Føríngar ikki til
embætsmenn?
I síðstu 16—20 árini fóru
20 Føringar út at lesa. Av
hesum 20 hava 4 (fýra) fingið
kandidatprógv.
Teir, sum fóru árini framman-
undan, sýnast at hava verið
væl treystligari.
Lisabet M.
Y nskið eftir at fáa okkum
. g í Havnini hevur meira enn
eina ferð verið frammi í bløð-
unum.
Eg ivist ikki i. at tað kemur
í lag — bara tað verður nakað
skjótt; trongdin til eitt sovorðið
seljingastað fyri hvønnmann til
lanđproduktur veksur í hvørjum.
Vit duga øll at skyna á, hvussu
hent tað hevði verið bæði fyri
keyparir og seljarir. Tann fyrsti
veit. hvar hann kann fáa tað,
hann skal brúka, og annar veít,
hvar hann skal fara við tí, hann
vil sleppa av við.
í mars mánað lat eg 155
egg til ein handilsmann og
kundi ikki fáa meira enn 4 oyr.
fyri stykkið, meðan tey, sum
høvdu tið at ganga hús úr húsi
og handilsmenn fingu 6 oyr.
fyri eggið. Eg tapti tá 3 kr.
10 oyr. í ein mánað uppá eitt
smáprodukt sum egg, bara ti
vit einki torg hava at ganga
til. Um heystið kundi eg tjent
stóran pening fyri blóðmør,
tálg og avroð. Nú skerpikjøtið
er í so góðum prísi, selja vit í
minna lagi av livandi seyði; so
havi eg smør. ost og rullupilsur
at lata; onnur hús her i bygd-
ini hava mangt slíkt.