Oyggjarnar - 18.12.1907, Blaðsíða 4

Oyggjarnar - 18.12.1907, Blaðsíða 4
„Fyri Delfínusar skyld“, Deyðsboðið stóð at lesa við stórum bókstavum { lítlum blað — tað einasta 1 bygdini: Del- fina Lespalier og nýborin dóttur bennara. — Mannafall bar so sjáldan á í smábya'dini, at barnið, ið neyvan andi klokku- tíma. eisini var á tnáli í frami- hjá lýsing; og blaðstýrarin harmaðist mannin. ið eftir sat. Men har var fátt at siga frá, livandi eins og deyð. Hesu kjúnini høvdu búð í California bjørgúm, fyri seg og sínar- millum, lítið kend av monnum. Nú var tøgn innan durar tað lítla húsi uppi unđir Hamri, tí lív var horvið. í seingini liggur slóknað fljógv við barn i armi. sum kostaði hennara nnga lív. Tíð og stund, nógvar tímar, hevði Jean Lespalier ikki talað. Prestur var og bjargaði tí ungu barnasál og rætti kransin fram fyri andlitið á mamminí, áðrenn hon andaðist; hann hevði talað vøkur og góð orð, men Jean hoyrdi einki, ella hann orkaði ikki at svara. — Grannakona kom inn og gjørdi upp undir Delfinusar síðstu levu; hann ansaði tí heldur ikki. Tá đagur kom aftur, lættist hann úr sess- inum og klæddi seg i hvíta sunnudí\gsstúku. Hvør dagur, ið hann ikki hevði arbeiði, var hátíðsstund teirra millum. Nú var hann liðugur við arbeiði — við alt! Av vana hevði hann latið seg í sunnudagsklæðini. Hann smoygdi sær út um dyrnar, leit ikki aftur um seg og settist á trappistein. Jean skoðaði vín- gaðrin, sum Delfina og hann høvdu dyrkað; har bar allir litur á, og markin skein sum reyðargull undir sólarmagn. Eik og fur stóð íkring ný- byggjaraplássið. Akrar blóm- aði, og havið niðanfyri var kyrt og blá-blátt. Mýggjar- bitar sveimaði aftur og fram, dúgvunar sólaði sær á takrenn- uni. Tvær kýr, við kleppi, gingu skammt ífrá. menn mannamál kendist hvørki nær ella námi. Ein heykur skjeytt seg út úr skógvuni. Jean stardi eftir honum, men tankarnir vóru langt av landi skotnir; teir bóru enn ikki við hans hústru, sum lá kvirr inni í stovuni unđir tí hvita lakinum. Hugurin rann til heimið i Fraklanđi. Delfina var aftur ung genta. So fegin og íðin hon lídđu á. tá ið hann bar upp fvri henni um ferðina til nýtt frammanda land, har tey skuldu seta búgv og taka upp yrki. Sleip og møði kravdi tey fyrsti árini, men hon troyttnaðist ikki, tí hon hopaði, at alt fór at gangast væl við tíðuni. Tev komu fyri sakn og mishapp — manga gangir! men hon var stytt so góð og glað, at tað tók broddin av øllum harmi, og skapti teirra lívi ein fríðan dag forutan sorg og vanda. Enn tá tey mistu smábørnini — eitt eftir annað — eymkaði hon seg bara og rætti Jean honđina. »Gud skilir várt tarv, Jean! Hann havi lov og prís. Hevur hann ikki tii hendan dag signað várt arbeiði?« Síðsta ár eydnaðist væl hjá kjúnunum uppi undir Hamri. Aldrinn hevði grøðin staði so væl, og ongantíð fyrr vóru prísarnir farnir so høgt upp. Delfina styðjaði seg við Jean og gekk fram, 1 aldingarði og kýndi vínstelkum, ber og blómum við sínum mjúku smalu hondum. Tá smílkaðist hon og segði: »Var tað ikki hettar, eg altíð vistu. Jean. Harrin veit at tilskikka okkum sum best. Barnið, ið nú kemur, sleppa vit at eiga, tí nú orka vit at nøra tí«. Jean ] espalier sat og stardi fram fyri seg; andlitið rørdist ikki heldur enn steinbílæti. Hann hugsaði um Delfinu og teirra lív dag undan degi, til tað vandafulli stund, tá hon andaðist. Aftur tykti honum at hoyra barnagníst og hitt kvælandi síðsta sukk Delfinusar. Tankarnir gingu í ein ring. Hann hvørki vildi ella kundi hugsa um Gud. Aftur lá niðan í dali. Jean sankaði nøkur klæðir i ein klæðsæk og bant hann uppá seg. So gekk hann av hús og" garð, vendi sær ikki á. men læt hvørja grind væl eftir sær. — Hann var farin oman um bygdina, út á alfarveg. vistu ikki sjálvur, hvar hann gekk, tí hann hevði ’nvørki mið ella mál fyri sær. Næsta dag bóru grannar Jean hans barn og vív í kirkju- garóin. Presturin bíðaði í tað longsta eftir Jean, men hann kom ikki. So varð kastað mold á kistuna og eingin vætti tár á grøvuna. Av kirkjugarðinum gingu 2 menn nFan aftur undur Ham- arin. Men Jean var har ikki; so læsti teir húsið og fóruhag- ani. — Dagar liðu og vikur við. Vínleyviðføinaðiogdrúurnar skorpnaði. Vetur kom og aftur summar; vínstelkarnir breiddi seg langt og vítt, blómaði og stadnaðist, ongum til gagn og gleði. — Onkuntíð komu børn- ini har niðan at spæla á tf vakra túninum, tó var tað sjáldan, tí tey ræddust tað tóma húsið. Enn stendur at lesa oman- fyri grindina: »Vindrúur til sølu. Jean Lespa- lier«, og innanfyri teir smildr- aðu glasgluggarnar bleiktra tær gulnaði gardinunar, ið Delfina hevði við sær úr Frak- landi. Og úti á alfarveg, millum spjaddar bygdur, gongur ein hvíthærdir ungur maður og biddar sær álmussu, mat, klæðir og stunđum seingjarlegu; altíð leggur hann aftur at: »Fyri Delifinusar skyld«. »Gev mær ein breyðbita fyri Delfinusar skyld*. (Úr »Aftenposten*.) Blaðs'.ýrari: Helena Patursson. Prentað í Prertsmiðju »Dimmalætting<rs.

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.