Várskot - 01.05.1904, Blaðsíða 3
— 3 —
Tiakað verða ógrivið! Hvon áarbakka,
bvorja lítla túgvu mugu tit kolvelta
og saksa. So doyði papin. Synirnir
tóku straks til hakan, og teir helmaðu
ikki fyrr enn teir hovdu velt allan
bøin.
Tá íð várið kom, var ikki eitt
petti eftir, sum teir ikki hovdu vent
upp og niður og saksa ferð eftir ferð.
Dýrgripin funnu teir ikki. Men
um heystið gav bøurin so nógv av sær,
og alt fruktaði so væl, at eingin mintist
sovorið fyrr.
Tá grunaðu teir, hvar dýrgripurin
lag, at hann lag í arbejði teirra.
Og klókur var papin, tí hann vildi
vísa synum sínum aðrin hann doyði,
:at arbeiðið er ein dýrgripur.
Efter fronskum av Absalon yógvansson.
(&§) ®Ú>
V á r.
ú veit eg tað várar í Føroyum,
fannir brána í fjollum;
sólfríðir álvar í listaleikum,
loystir frá vetrartrðllum.
Summarfleyr strýkur um fjallatind,
gráðin á firðum andar,
hvor ein ætt eigir makligan vind,
báran blíðliga dandar.
Luftin kennist so styrkjandi rein,
lívgar teim ungu spírum;
sólargeislin spælir um fjallagrein,
steinarnir glitra i líðum.
Bjorg og hagar, gomul heim,
vitjast av fuglamangi,
loftið fyllist við gleði og gleim,
titrar av fuglasangi.
Lív birtist í á hvorji leið,
menn fara landið at rokja,
bóndin veltir sínn jarðarteig,
skipsflotar miðini sokja.
Frammlongsil kennir so mong ein sál,
sær víðari ræsur vil finna,
vónir ger sær, setur sær mál,
roysnisverk mong at vinna.
Hugheilur mangur kennir sínn mátt,
ungt eigir mót í barmi;
langt leitar longsil á summarnátt,
— vónirnar kódna í harmi.
Tí fjollini stongdu, byrgdi hav;
sárt bløddi í ruddandi hondum;
og fólksins miðleysa framtíð svav
í smásinnis-afturhalds bondum.
y. d.