Várskot - 01.05.1904, Blaðsíða 4

Várskot - 01.05.1904, Blaðsíða 4
FERÐARBÍLÆTI. av A. J. I. einari .urð, tæt niðuri við sjóarmálan gekk eg og kagaði millum urðargrótið inn til lundarnar, ið lógu á eggi í holum teirra. Teir sýntust ikki at duga annan bókstav enn »Aa«, men hann kendu teir so væl sum nakar og tagdu ikki av honum. Tað hoyrdist á røddini, at teir vóru væl hýrdir og at einki tyngdi te-ir; — mær runnu í huga Harrans orð um at vera varur við fuglarnar og, so sum teir, ikki gremja seg. Eg varð so fróður, at eg merkti tað í merg og í mønu, ti Harrin sjálvur hevði bjóðað okkum at vera so fróð og so sorgleys sum hesir fuglarnir. Tá kom ein bátur skúmandi tvortur við landinum. Var tað grindaróður ella var tað doktararóður? . . . Hoyr! . . . Ein skúran sum táið tú grevur geir, eitt brak, og báturin hvolvist; . . . teir hovdu róð á skerið. Varð hetta tí teir hovdu tikið eftir fuglinum ikki at gremja seg um nakað, men leggja alt i Harrans hendur; ella varð tað ti teir tyktust hava so nógv at gremja seg um, so teir gloymdu at brúka eygu og umhugsan, som Harrin hevði givið teimum? II. A hjólhesti streyk eg avstað eftir breiða kongaveginum á Flatlandi, við nógvari ferð. Hús og trø tyktust kapprenna sínamillum, gras og korn dansaðu føroyskan dans. Tað tyktist vera gilt av guli, hóast tað var stilli. Eg fór framm um ein vagn ; maður og kona og trí born sótu í honum. Tveir ungir hestar vóru fyri vagninum; teir vóru vorðnir ódællir. Alt tað íð maðurin togaði á teymarnar nyttaði einki. Teir rendí alt í rot, og skúmið dreiv úr graninum á teimum. Tá koma teir á ein gilbakka — øðisligani renna teir oman brekkuna; men tá ið teir koma í djúpa gilið, tá er an- nar postur hann dettur; hin oman á, og vagnurin boltar út yv-ir teir í grøvina. Maður og kona duttu undir vagnin. Børnini sloyngdust fleiri favnar burtur frá. FØRO YA T ÍÐINDI. Við »Riberhuus« tann 8. maj fóru til Føroya nýur lækni til Vestmanna- havnar og ein hjálparprestur til Suður- oyar. FELAGSTÍÐINDI. Felagið heldur fund fríggjakvøldið tann 13 h. m. kl. 9 í Nyt Landmands- hotel, Halmtorvet 1) Gulak Jacobsen heldur røðu um David Livingstone. 2) Tosað verður um eina skógferð. „VárskoVl kemur út eina ferð um mánaðin, kostar fýri felagslimir 10 oyru fyri hvort blaðið. — Føroyingafelag gevur út. — Valentin & Lund, Niels Juelsgade 9.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.