Várskot - 01.05.1904, Qupperneq 4
FERÐARBÍLÆTI.
av A. J.
I.
einari .urð, tæt niðuri við
sjóarmálan gekk eg og kagaði millum
urðargrótið inn til lundarnar, ið lógu
á eggi í holum teirra. Teir sýntust
ikki at duga annan bókstav enn »Aa«,
men hann kendu teir so væl sum nakar
og tagdu ikki av honum. Tað hoyrdist
á røddini, at teir vóru væl hýrdir og
at einki tyngdi te-ir; — mær runnu í
huga Harrans orð um at vera varur
við fuglarnar og, so sum teir, ikki
gremja seg.
Eg varð so fróður, at eg merkti
tað í merg og í mønu, ti Harrin sjálvur
hevði bjóðað okkum at vera so fróð
og so sorgleys sum hesir fuglarnir.
Tá kom ein bátur skúmandi tvortur
við landinum. Var tað grindaróður
ella var tað doktararóður? . . . Hoyr!
. . . Ein skúran sum táið tú grevur
geir, eitt brak, og báturin hvolvist; . . .
teir hovdu róð á skerið.
Varð hetta tí teir hovdu tikið eftir
fuglinum ikki at gremja seg um nakað,
men leggja alt i Harrans hendur; ella
varð tað ti teir tyktust hava so nógv
at gremja seg um, so teir gloymdu at
brúka eygu og umhugsan, som Harrin
hevði givið teimum?
II.
A hjólhesti streyk eg avstað eftir
breiða kongaveginum á Flatlandi, við
nógvari ferð. Hús og trø tyktust
kapprenna sínamillum, gras og korn
dansaðu føroyskan dans. Tað tyktist
vera gilt av guli, hóast tað var stilli.
Eg fór framm um ein vagn ; maður
og kona og trí born sótu í honum.
Tveir ungir hestar vóru fyri vagninum;
teir vóru vorðnir ódællir. Alt tað íð
maðurin togaði á teymarnar nyttaði
einki. Teir rendí alt í rot, og skúmið
dreiv úr graninum á teimum.
Tá koma teir á ein gilbakka —
øðisligani renna teir oman brekkuna; men
tá ið teir koma í djúpa gilið, tá er an-
nar postur hann dettur; hin oman á, og
vagnurin boltar út yv-ir teir í grøvina.
Maður og kona duttu undir vagnin.
Børnini sloyngdust fleiri favnar burtur
frá.
FØRO YA T ÍÐINDI.
Við »Riberhuus« tann 8. maj fóru
til Føroya nýur lækni til Vestmanna-
havnar og ein hjálparprestur til Suður-
oyar.
FELAGSTÍÐINDI.
Felagið heldur fund fríggjakvøldið
tann 13 h. m. kl. 9 í Nyt Landmands-
hotel, Halmtorvet
1) Gulak Jacobsen heldur røðu um
David Livingstone.
2) Tosað verður um eina skógferð.
„VárskoVl kemur út eina ferð um
mánaðin, kostar fýri felagslimir 10 oyru
fyri hvort blaðið.
— Føroyingafelag gevur út. —
Valentin & Lund, Niels Juelsgade 9.