Várskot - 01.08.1904, Blaðsíða 4

Várskot - 01.08.1904, Blaðsíða 4
16 ÚTRÓÐRAMAÐURIN. avið sang yvir mær vogguljóð, brimið meg ruraði í blund; síðan eg elski at ferðast á sjó, til mína síðstu stund. Sum óviti, meðan eg enn bar skjúrt, eg stetlaði niðri við strendur, eg floytti skeljum, fiskaði murt og vóð út upp undir hendur. Havið átti mín longsil og dreym, skjótt bar eg ár á borði; síðan eg lærđi at kenna streym, at stýra og halda snori. So kom eg til útróðrar fyrstu ferð ein morgun, nattúrin oll svav; tá lá fyri mær ein alfógur verð, eitt dragandi, endaleyst hav. Ljós hekk tokan um fjallatrom, ein brimrond við klettin stóð, og logandi sólin úr kavi kom og breiddi sítt gull yvir sjó. Og havið seg strekti so langt, so vítt, ei mark fyri sjón víða hvar, og bárurnar skvatla so heilsandi blítt; tá rordist mítt hjarta í mær. Her kendi eg fyrst meg heima rætt, ein ylur í barmi mær brann; her fornfedrar allir í míni ætt hvór sama livsverk sær fann. — Men havið teskaði so undarligt ljóð, sum grátur tað kendist av sonnum; og hvor ein alda, mót landinum dróg, sum sukk var frá sjólatnum monnum. — Men ei hann óttast brattar bárur, ið lív sítt skal eiga á sjó; og ei hann gerst í kinnum bleikur, um harðmælt er bylgjuljóð. — So havi eg farið so manga ferð, í stormi og summarlogn. Báturin er mítt heim og mín verð, og heila havið mín ogn. Tí her eri eg maður og kongur hartil, so fríur sum báran blá, eg rógvi mær á tað mið, eg vil, her spyrji eg ongan um ráð. Mangan havi eg stormveðursdag slitið og strembað alnógv; mangan gjordist mær lundin glað for blíðan og góðan sjógv. Mangan havi eg brattan farið; so kaldan dúr eg títt fekk. — Eygað vatnaðist av tungum tári, tá sonur mínn burtur gekk. — Eg segl mítt seti í mastur hátt, eg róður mítt taki í hond. — Kanska á einari skaðanátt, eg náði ei heimastrond. Men tó má eg altíð á sjógvin út, á landi tað er mær ovtrongt; sjórokið skolar burt sorg og sút, for huganum her er ei stongt. Kann henda, eg í tl vátu grav skal sova mín síðsta blunđ; tó eg elski at ferðast um hav til mína síðstu stund. ______________________________7_D.______ — Føroyingafelag gevur út. — Valent'n & Lund, Niels .Tuelsgade if.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.