Várskot - 01.12.1904, Blaðsíða 3

Várskot - 01.12.1904, Blaðsíða 3
1 — 31 — Dansur og kvøðing. crr ; P’øroyski dansurin tikist at vera komin í ólag. Skal eitt kvæði ganga væl í dansi, er tað ikki kvøðingin einsumødl, ið ger munin, tó at góð kvøðing er tað, ið mest um ræður, men ofta kann dansur ganga iđla, tó at væl er kvøðið, og ofta kann dansur ganga væl kjá ógvuliga neyðarsligun kvøðara, ið skipar. Tað ið umfram kvøðingina eigir at vera ansað væl ettir, er at fáa „orðið undir fótin“, sum tey gomlu eru von at siga. Orðið fær ein unđir fótin, tá ið ein trístir á eitt orð eđla stavilsi uppá somu tíð sum ein traðkar til við fótinun, tað er: stígur fram við vinstra fóti og til viks edla atturettir við høgra; fram- flitingin av høgra fóti tætt til hin vinstra roknast ikki uppí, tá ið tosað verður her urn fótatraðk. Har sum eingin trísting edla lierðing er á orð edla stavilsi, eigir ikki at vera ,,traðkað“. Fótatraðk og herðing (trísting) á orði stanđa í sambandi. Kvørt kvæðaørindi eigir at vera birjað uppá vinstra fót, ikki bert tað firsta, men kvørt ørindi undan øðrun. Tey flestu leypa í næsta ørindið alt firi eitt, sum firra ørindið er endað, og hugsa ikki um, kvør fótur ið tá fram verður settur; ofta verður tað tá skeivur fótur (høgri), og so kann dansurin koma at ganga skeivur alt út ettir til endan, og kvussu væl ið kvøðið verður, fæst ikki góður dan- sur í lag. Er „stigrøðin“ (trinrcekken, tað er: tey seks stig, ið hoyra saman) ikki endað í tí, at firsta ørinđið er enđað, so eigir at vera tøvt og bíðað viðkvøðing, til stigrøðin erúti, og í tí at vinstri fótur verður settur fram í níggjari stigrøð, tá eigir ørindið at vera birjað. Hetta hevir vei’ið gamal siður í Sunnhø (Sumba), og so er enn. Av Sunnbingun kann lærast, kvussu at borið skal vera firi at fáa góðan føroyskan dans í lag. I Sunnbø er enn tað gamla dansingarlagið við atturstigi í brúki, tøving og í niður- laginun troking. Og har verða enn tey gornlu føroysku kvæðini kvøðin i dansi nóg meira enn aðrastaðni í Føroyun; tær donsku kempuvísurnar og í seinni tíð skillingsvísurnar hava ikki trokað tey burtur har enn. Norðanfiri ivir høvur eru ógvuliga fá gomul føroysk kvæðir ettir; meira er goymt í Sanđoy og Suðuroy og eina mest í Sunnbø. Eitt annað ólag, ið spidlir føroy- skan dans, er, at tey dansandu ofta ikki virða kvæðaskiparan, sum tey eiga at gera, men næstan taka ræði av ho- nun og leypa í ørindini at hirja tey, sum teimun sínist, uttan at hugsa uni, at hetta kann vera skiparanun til stó- ran hága og spidla dansin. Men skal slíkt korna at vera øðrvisi, so má tann, ið skipar, hava lært seg kvæðið væl; faftrar hann ovmikið á, kann hann spidla sín rætt burtur til at skipa kvæðið; aðrir taka tá undir at skipa, og so er fløkja í, um ikki ein er, sum đugir kvæðið væl, og sum hini vilja lata ráða. Firr varð tað hildið firi skomm, at ein kvæðaskipari legði ørindi hur- tur úr edla stedgaði í dansi til at minna seg á. Jakob Jakobsen.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.