Ungu Föroyar - 01.04.1907, Side 1

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Side 1
Ilngu Fdroyar MOR G UNSONG UR. Lay: I Østen stiyer Solen op. Nú vakni øll úr svøvni glað, nú náttarstundin hvarv; nú sær mítt eyga Ijósan dag, nú Iryrjar dagsins starv. Nú sólin vísir andlit blitt, hon fer om fjørð og sund; hon vermir arma hjarta mítt og gleðir sára lund. Hon minnir meg á morgun tann, tá hann av deyða stóð, ið sigur yvir syndum vann og yvir deyðans tjóð. Ja, glaður hvør til dagsverks fer í Jesu Kristi navn; og tá ið tað at kvøldi ber, hann førir os í havn. H. K. Gamli Pætur telur søgur. Tú skuldu vita, hvussi væl Pætur dugdi at telja søgur. Tá ið kvøldið kom, setti hann seg altíð í bríkina, frammi við eldin, og øll børnini í bygdini savnaðust utan um hann. Hann visti søgur um fiskarnar í sjónum, um fuglarnar í loft- inum og um alt kykt á foldum. Vilt tú hoyra søgur hansara? Her er ein: I. Søgan um berggyltumar. Tríggjar berggyltur svumu millum tarabløðini inni við landið. Um dagin, ineðan sólin skein, fjaldu tær seg niðri á botni millum tonglarnar; men tá ið skýmingin kom, sveimaðu tær aftur og fram til stuttleika og fyri at leita sær eftir einum hvørjum til at eta. Tær hildu seg inni við landið; tí úti á dýp- inum vóru mong stórdjór, sum altíð vóru til reiðar at gloypa teimum. Eitt kvøldið, sum tær komu svimj- andi tvørtur við einum tanga, kom ein fittur og snøggur fiskabiti niður gjøgnum sjógvin. Allar skundaðu sær at vera fyrstar eftir hesum bita; tí at hann mátti smakka væl, kundu tær kenna av tevinum frá honum. Tann berggyltan,

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.