Ungu Föroyar - 01.04.1907, Qupperneq 4

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Qupperneq 4
— 28 — hetta; hann leyp eftir byrsuni og tok til at sikta eftir henni. »Á, skjót ikki, skjót ikki!« rópti konan, »hetta er eg.« »Er tað tú,« segði maðurin, »so statt ikki har sum eitt fyl, men kom niður aftur og ger roknuskap fyri teg.« Hon grulvaði so niður aftur; men hon hevði ikki eitt oyra, tí hitt fimmogtjúguoyrað, sum hon fekk frá slaktaranum, hevði hon sløtt burtur, meðan hon var drukkin. Tá maðurin hoyrdi hetta, segði hann: »Tú ert bara helvtina býttari, enn tú hevur verið,« og hann var so illur, at hann segði, hann ætlaði sær at ríma burtur frá øllurn somlum og aldri koma aftur, utan so var, at hann hitti tríggjar aðrar konur, sum vóru líka býttar. Hann fór so til gongu, og tá hann var komin nakað langt, sá hann eina nýbygda smáttu, og ein kona gekk og rann út og inn við einum tómum sáldi í hondini. Hvørja ferð, hon rann inn, tveitti hon svintuna út yvir sáldið, sum um hon hevði okkurt í tí og hvøldi tað á gólvið. »Hví gera tygum hatta?« spurdi maðurin. »Á, eg ætlaði bara at bera eitt sindur av sól inn,« svaraði hon, »men eg veit ikki, hvussu tað ber til: tá ið eg eri úti, havi eg sólina í sáldinum; men tá ið eg komi inn, so havi eg mist hana burtur, og tá eg var í hini gomlu smáttu míni, hevði eg nóg mikið av sól, hóast eg aldri bar nakað av henni inn. Hevði onkur kunnað fingið mær sól inn, skuldi eg fegin givið honum túsund krónur.« »Hava tygum eina øxu, so skal eg fáa tygum sol inn,« segði maðurin. Hann fekk eina øxu og høgdi vindeygaliol á bróstið; tí tað høvdu smiðirnir gloymt. Straks kom sólin inn, og hann fekk sínar túsund krónur. »Harvarein,« hugsaði maðurin og fór av stað. Eina løtu seinri kom hann at einum húsi, hvar hann hoyrdi øgiligt skrenj og gól innanfyri. Hann fór inn og fekk at síggja eina konu, sum stóð og búkaði mann sín í høvdið við einum lurki. Hon hevði smoygt niður yvir høvdið á honum eina stúku við ongari høvuðsmáttu. »Ætla tygum at drepa mann tygara?« spurdi hann. »Nei, eg vil bara hava høvuðsmáttu á hesa stúk- una,« svaraði hon. Maðurin rópti og bar seg illa, oghannsegði : »Gud hjálpi honum, sum skal fara í nýggja stúku. Kann onkur læra konu mína at gera høvuðsmáttu á stúkuna upp á ein lík- ligan máta, so vil eg fegin geva honum túsund krónur.« »Tað skal vera skjótt gjørt; kom mær bara við einum saxi,« segði hin. Hann fekk sax, klipti hol og gekk so víðari framm á vegin við øllum pengurn sinum. »Har var onnur,« hugsaði hann við sær sjálvum. Hann gekk so ein langan tein og kom til ein bóndagarð; har ætlaði hann at stedga og hvíla seg eina løtu. Tá hann kom inn har, spurdi konan: »Hvaðani av guds garði eru tygum?« »Eg eri úr Ringaríki,« svaraði hann. »Á nei, nei! eru tygum úr himiríki? So kenna tygum væl Per annan tá, mann mín sáliga?« (Konan hevði verið gift tríggjar ferðir; fyrsti maður henn- ara og síðsti, sum enn livdi, vóru óndir; tí trúði hon, at bara tann í miðjuni, sum hevði verið góður í sær, var vorðin sáligur.) »Ja, hann kenni eg væl,« svaraði maðurin, sum ferðanđi var komin. »Hvussu veit honum við nú? »spurdi konan. »Á, tað er vánaligt við honum,« svaraði Ringaríkingurin, »hann fjaðkar

x

Ungu Föroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.