Ungu Föroyar - 01.04.1907, Qupperneq 4
— 28 —
hetta; hann leyp eftir byrsuni og tok
til at sikta eftir henni. »Á, skjót ikki,
skjót ikki!« rópti konan, »hetta er eg.«
»Er tað tú,« segði maðurin, »so statt
ikki har sum eitt fyl, men kom niður
aftur og ger roknuskap fyri teg.« Hon
grulvaði so niður aftur; men hon hevði
ikki eitt oyra, tí hitt fimmogtjúguoyrað,
sum hon fekk frá slaktaranum, hevði
hon sløtt burtur, meðan hon var drukkin.
Tá maðurin hoyrdi hetta, segði hann:
»Tú ert bara helvtina býttari, enn tú
hevur verið,« og hann var so illur, at
hann segði, hann ætlaði sær at ríma
burtur frá øllurn somlum og aldri koma
aftur, utan so var, at hann hitti tríggjar
aðrar konur, sum vóru líka býttar.
Hann fór so til gongu, og tá hann
var komin nakað langt, sá hann eina
nýbygda smáttu, og ein kona gekk og
rann út og inn við einum tómum sáldi
í hondini. Hvørja ferð, hon rann inn,
tveitti hon svintuna út yvir sáldið, sum
um hon hevði okkurt í tí og hvøldi
tað á gólvið. »Hví gera tygum hatta?«
spurdi maðurin. »Á, eg ætlaði bara at
bera eitt sindur av sól inn,« svaraði
hon, »men eg veit ikki, hvussu tað ber
til: tá ið eg eri úti, havi eg sólina í
sáldinum; men tá ið eg komi inn, so
havi eg mist hana burtur, og tá eg var
í hini gomlu smáttu míni, hevði eg nóg
mikið av sól, hóast eg aldri bar nakað
av henni inn. Hevði onkur kunnað
fingið mær sól inn, skuldi eg fegin givið
honum túsund krónur.« »Hava tygum
eina øxu, so skal eg fáa tygum sol inn,«
segði maðurin. Hann fekk eina øxu og
høgdi vindeygaliol á bróstið; tí tað
høvdu smiðirnir gloymt. Straks kom
sólin inn, og hann fekk sínar túsund
krónur. »Harvarein,« hugsaði maðurin
og fór av stað.
Eina løtu seinri kom hann at einum
húsi, hvar hann hoyrdi øgiligt skrenj
og gól innanfyri. Hann fór inn og
fekk at síggja eina konu, sum stóð og
búkaði mann sín í høvdið við einum
lurki. Hon hevði smoygt niður yvir
høvdið á honum eina stúku við ongari
høvuðsmáttu. »Ætla tygum at drepa
mann tygara?« spurdi hann. »Nei, eg
vil bara hava høvuðsmáttu á hesa stúk-
una,« svaraði hon. Maðurin rópti og
bar seg illa, oghannsegði : »Gud hjálpi
honum, sum skal fara í nýggja stúku.
Kann onkur læra konu mína at gera
høvuðsmáttu á stúkuna upp á ein lík-
ligan máta, so vil eg fegin geva honum
túsund krónur.« »Tað skal vera skjótt
gjørt; kom mær bara við einum saxi,«
segði hin. Hann fekk sax, klipti hol
og gekk so víðari framm á vegin við
øllum pengurn sinum. »Har var onnur,«
hugsaði hann við sær sjálvum.
Hann gekk so ein langan tein og
kom til ein bóndagarð; har ætlaði hann
at stedga og hvíla seg eina løtu. Tá
hann kom inn har, spurdi konan:
»Hvaðani av guds garði eru tygum?«
»Eg eri úr Ringaríki,« svaraði hann.
»Á nei, nei! eru tygum úr himiríki?
So kenna tygum væl Per annan tá,
mann mín sáliga?« (Konan hevði verið
gift tríggjar ferðir; fyrsti maður henn-
ara og síðsti, sum enn livdi, vóru óndir;
tí trúði hon, at bara tann í miðjuni,
sum hevði verið góður í sær, var vorðin
sáligur.) »Ja, hann kenni eg væl,«
svaraði maðurin, sum ferðanđi var komin.
»Hvussu veit honum við nú? »spurdi
konan. »Á, tað er vánaligt við honum,«
svaraði Ringaríkingurin, »hann fjaðkar