Ungu Föroyar - 01.04.1907, Qupperneq 8

Ungu Föroyar - 01.04.1907, Qupperneq 8
— 32 — hevur eina ógvilipa bratta lending, veit illt at siga frá sjóvrænarum í gomlum døgum. Her skal sigast frá hvussu eina ferð varð vorðið har í bygdini. Tað var ein dagin stutt fyri ólav- søku í árinum 1686. Trøllanesmenn, Jðanes Tormóðarson, Andras Tormóðar- son og ÓU Grækarisson, vóru komnir aftur av útróðri. Nátturðatíð var og Jóanes sat og fekk sær nakað eta. Tá hoyrdi hann mannamál úti, og hann fór so frá borðinum og út at vita, hvat tað var. Tá hann kom út í dyrnar, sá hann átta útlendskar menn koma gangandi niðan móti húsinum. Tveir vóru vópnaðir við byrsum, fiinm við svørðum, og ein hevði einki vápn. Jóanes skundaði sær inn aftur. Menn- inir komu niðan fyri dyrnar; teir báðir, sum byrsu høvdu, tóku støðu í durunum og søgdu nakað við Jóanes. Hann helt seg av teirra talu og atburði skilja, at teir spurdu, um teir skuldu skjóta. »Skjótið ikki, fyri guds skuld!« segði Jóanes. Síðani fóru teir inn við vopnum sínum og noyddu Jóanes til at lata upp kistur og aðrar goymslur, sum hann hevði inni í húsuin sínum. Men teir funnu einki sum teir hildu vera vert at taka. Frá Jóanesi fóru teir til Andrasar og brutu upp kistur og goyms- lur; men heldur ikki har tóku teir nakað. Seinast fóru teir inn hjá Óla; har tóku teir tríggjar dálar, sum teir funnu í einum kistii. Síðani fóru teir til úthúsini, og har brutu teir hurðar upp á hjøllum og gróthúsum, og haðani tóku teir so at siga alt, sum Nesmenn áttu av fløti, pørum (hosum), váðmáli, rekkjuváðum, stúkum og hettum. Ráns- menninir vildu nú hava Nesmenn til at bera allar hesar rændu lutir oman á Stíggjin — so er lendingin á Trølla- nesi kallað —, og ikki kundi teir siga nei; tí ránsmenninir vendi altíð byrsu- múlarnar ímóti teimum og háttu við at drepa teir, um teir ikki gjørdi sum teimum var boðið at gera. Teir máriu tí við tungum huga bera sínar egnU ogn- arlútir oman á Stíggin. Bátur ránsmann- ana lá úti fyri, og meðan Nesmenn gingu niðan aftur, sógu teir, atvarurnar vóru skipaðar ínn í bátin og síðani førdar út á skipið, sum fleyt úti sunnan fyri bygdina. Báturin róði skipið út á streym, og seinast Nesmenn sógu tað, fór tað rek- andi út vestur í havið. Skipið hevði bara eina mastur og var til útsjóndnr líkt hinum hálensku og enski fiskiskip- unum, sum ofta sógust her um landið í teirri tíðini. Men ikki dugdu Nesmenn at siga, hvørji tjóð skipsmenninir vóru av. — Nesmenn sótu nipnir eftir á berum; teir vistu sær ongan útveg til Ut kunna gjalda leiguna, nú leigufløtið og alt annað var tikið frá teimum. Soleiðis sum ránsmenninir fóru fram á Trøllanesi hesa ferð, soleiðis — og stundum mangar ferðir verri — fóru teir ofta fram í bygdunum víða livar í Føroyum. Bokuingsdømið í ur. 3. Hjalmar er 14 ára gamal, og abbi hannsara er 70 ára gamal. Løg til kvæðini f ur. 2. Kvæðið í nr. 1: Tá ið kvøldini eru long, og kvæðið í nr. 2: G-øtunes, kunnu bæði kvøðast við laginum : Daner Kongen lader en Havfru gribe — den Havfru danser paa Tilje —. Hetta til upplýsningar fyri haldarar, ið fregnast eftir hesum. Útgevarar og blaðstýrarar Simun úr Konoy, Gøtu. Símun av Skarði, Fagraliðar háskúla. Prentsmiðja »Fram«s, Tórshavn.

x

Ungu Föroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.