Ungu Föroyar - 01.03.1908, Side 3

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Side 3
— 19 — Hann hugsaði við sjálvum sær: havið tað er dýrt. So ein morgun alt var stilt, og øll nátúrin svav. Pápin segði: »Hanus vilt tú koma út á hav?« Tá glaður hann til strandar gekk og mælti blíðlig orð. Hann fór i bát, seg setti á bekk og legði ár á borð. Ta inorgunstund í dýrdarlogn hann róði út á hav. Tá kendi Hanus sína ogn, sum harrin honum gav. Hann leit um fjallatinđar blítt, har sólin setti brand; tá lærdi hann at elska sítt hitt fagra føðiland. Finnur hin lítli. Spælimenninir í Bremen. (Týskt ævintýr.) Ein m.aður átti ein asna*), sum hevði tænt honum trúliga í mong ár; men nú var asnin vorðin gamal og úss- aligur og orkaði ikki at arbeiða longur. Maðurin helt tað tí ikki longur loysa seg at spilla fóður upp á hann, og hann ætlaði at drepa hann. Men asnin var farin at gruna mangt, og ein dagin rýmdi hann frá harra sínum, utan at nakar fekk njósn urn tað. Hann ætlaði til Bremens og hugsaði við sær, at hann har kundi verða spælimaður. Tá ið hann hevði gingið nakað langt, kom hann framm á ein hunđ, sum lá á vegnum og tivaði og var ógviliga pøstur sum hann bevði runnið. •) asni - esil. »Hví tivar tú so?« spurdi asnin. »Eg,« svaraði hundurin, »eg eri nú gamal, og máttur mín minkar; og av tí, eg ikki eri mentur at renna eftir seyði nú, sum tá ið eg var ungur, ætl- aði harri mín at kaste meg oman; men eg grunaði, hvat hann hevði í huga, og so rýmdi eg. Ja nú liggi eg her og veit eingi ráð, hvussu eg skal fáa eitt sindur av mati at leggja í munnin.« »Góð ráð fyri tí,« segði asnin; »eg fari til Bremens fyri at vera spælimaður; kom tú við og fá eisini tær eitt embæti sum spælimaður; eg skal leika harpu og tú treður urgur.« Hetta dámdi hundinum væl, og teir gingu longur fram á vegin. So hittu teir ein katt, sum sat á jaðaranum á vegnum og var so neyðarsligur til út- sjóndar, sum hann hevði tapt sak sína fyri hægstarætti. »Hvat baggar tær, tín gamli knevil?« spurdi asnin. »Hvør kann vera væl hýrdur tá ið hann sær hungursđeyðan fyri eygum,« svaraði katturin; »eg eai nú gamal og tannleysur, og tá ið mær nú dámdi betur at sita aftan fyri ovnin og »spinna« enn at tuskast úti í ringum og góðum veðri eftir músum, so hevði matmóður mín set sær í høvdið, at eg skuldi verða druknaður. Væl er tað satt, at eg kom mær frá henni, sum hon ikki vardi; men hvat er nú til ráða at taka?« »Kom við okkum báðum til Bre- mens,« svaraði asnin; »tú dugur jú nakað sum tey kalla kattamusikk, so tú kanst iveleyst verða spælimaður eins og vit.« Hetta helt katturin bera væl til og for við teimum. Teir komu so framvið einum bóndagarði; har stóð hanin á

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.