Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 7

Ungu Föroyar - 01.03.1908, Blaðsíða 7
— 23 — streymin renna norður eftir. Benjamin Franklin át hesin maðurin, og hann var í flestum lutum frálíka vitugur, skila- góður og hyggin; í 1772 gav hann út hit fyrsta kort av streyminum til leið- beiningar fyri sjomenn. Golfstreymurin fyllir so at siga alt havið millum Føroyar og íslands. Hann hevur, sum áður nevnt, hita við sær, so at her er liviligt fyri fólk og fæ — liviligari enn um eingin Golf- streymur hevði verið. Annars er at siga, at Golfstreymurin hevur annað enn hita við sær; rekavið, frugtir og mangt annað førir hann til landið. Nú á døgum kemur tó lítið í saman- burði við alt sum kom fyrr í tíðini, og tað er lætt at vita orsøkina: Igomlum døgum rivu ofta hinar ógviliga stóri áirnar yviri í Ameriku stór trø við sær, tá i áarføri var. Hesi trøðini róku so við Golfstreyminum og komu á land ymsastaðnis í norðurlondinum. Ofta vóru trøðini af dýrum viðasløgum t. d. máhogni. Nú á døgum byggir nógv fólk fram við áunum; tí sleppa hvørki viður ella aðrir vøxtir longur at reka fyri vindi og veðri, men alt verður nýtt av teimum í har búgva. Vitunýri — eitt slag av nøtum, sum vaxa í Vest- indium — eru víða kend í Føroyum; eisini tey koma rekandi higar við Golf- streyminum. Fyrr vóru fólk ofta von at hola tað út og at brúka tey til at goyma snús í. Sumarið 1817 kom ein sjaldsamur reki í Føroyum; tað var stavnur og fremri lutur av einum báti, sumtgjørdur var úr mahogni. Hesin báturin var vorðin eins og bátarnir hjá hinum innfødda fólkinum í Ameriku, so einki var at ivast í, at báturin mundi vera haðani rikin. Alt frá fyrnđardøgum vita menn mangastaðnis í Evropa at siga frá sjaldsomum lutum, ið rikið hava við Golfstreyminum frá Ameriku. 'TZifSr Kolaransókn í Suðroy i 1626. At kol er í Suðroy er víða gitið, og hevur í langar tíðir verið almanna kunnugt. í gomlum døguin mundu Suðr- oyingar tó ikki hava ta nyttu av tí sum nú á døgum — eftir tí sum søgan sigir frá. Árið 1626 var landfútin skipaður til at ransaka gjølla, hvar kol var í Føroyum at fáa, og hvussu nógv. Hann skuldi eisini lata eitt sindur av koli út til Danmarkar, so at teir, sum ráddi yvir handlinum í Føroyum í teirri tíð- ini, kundu síggja, um nakar dugur mundi vera í tí; tí tað hevði so satt verið hent fyri teir, um her kundi fingist ein útflutningsvara aftrat. Landfútin útnevndi sýslumannin í Suðroy og fimm løgrættumenn til at kanna eftir koli í Føroyuin. Hesir mennirnir gjørdu tað, sum teimum boðið var at gera, og teir góvu eina skriftliga frásókn um teirra ran- sóknir til landfútan. í frásøgnini siga teir, at teir hava leitað og grivið dúg- liga. Teir greiða eisini frá, at teir í einum høgum fjalli í Suðroy hava funnið nøkur kolaløg, sum liggja tvørtur gjøgn- um bergið, ið vendir út móti havinum. Men har er ringt at koma at, so eingin sleppur til utan bestu bjargamenn, og teir mugu síga niður í línu fyri at koma til kolaløgini; ein posa høvdu teir við sær til at koyra kol upp í. Eisini í einuin øðrum stað í fjallinum, sum toliliga slætt er at ganga til, funnu teir eitt sindur av koli. Men teir kundu ikki fáa at vita, um tað mundi røkka langt; tí tað lá inn í millutn klettarnar. Hetta var innihaldið í hini skrift-

x

Ungu Föroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.