Arbeiðið - 14.07.1934, Blaðsíða 4

Arbeiðið - 14.07.1934, Blaðsíða 4
Keypið hjá teimum, ið ARBEIÐIÐ Alt vinnandi fólk í Før- oyum má halda lýsa hjá okkum Leygardagin 14. juli 1934 ARBEIÐIÐ Týskland á tromini til uppreistur Hitlerstýrið í miklum vanda Morđarnir mýrða hvønn annan — Hitler og Goering đrepa sínar felagsbrotsmenn Hindenburgh keypur von Papens lív við at takka Hitler Fritx Heckert fekk rætt í sínum spádómi um at Hitierstýrið vil koma at detta um síni egnu lík Adolf Hitler. Seinast í juni mánað og inn í teir fyrstu dagarnar av juli, hevur Týskland verið úti fyri einari upp- reisn av Hitlers egnu monnum, ið næstan hevði kappstoytt tað fascistastýrið, ið nú nærum hálvt- annað ár hevur drivið sítt harð- ræði og morðræði í hinum fyrr so mentaða Týsklandi. — „Der Fuhrer", harra Hitler, frætti at SA-tropparnir í Múnchen høvdu í ætl at koyra allar teir ráðandi frá og taka ræðið í Týsklandi — sviknir sum teir vóru av øllum teim skrólandi lyftunum, ið trý- menningarnir Hitler, Goering og Goebbels høvdu givið. Men onk- ur man hava smettað, tí Hitler tók sjógv á bakið, slapp sær til Múnchen við einum loftskipi og byrjaði við tað sama at jakstra, hondtaka og fyrireika kalt manna- dráp á sínar egnu menn. — Goering og Hitler leiddu at- sóknina, og mangir av teirra kun- ningum og vinum, mátti lívið lúka. — v. Schleicher, ið var ein av høvuðsmonnunum til at hjálpa nazi-monnum til ræði, varð dripin heima hjá sær sjálvum — og hansara unga kona, ið vildi verja hann, fall fyri teirri somu mordar- kúluni. SA-leiðarin Røhm varð hond- tikin, samaleiðis Fehme-mordarin Heines (ein av Liebknecht-mord- arunum). Nøgdin av teim leiðandi SA-monnunum vóru fongslaðir. Eisini von Papen, ið hjálpti Hit- ler til stýrið, var fongslaður, tí eisini hann ætlaðist at hoyra til „opposisjónina.“ Hitler og Goering gjørdu stutta „prosess“ við sínar felagsbrots- menn : teir vóru niðurskotnir utt- an nakran dóm ! — At talið av teim myrdu kemur til hundrað og kanska meir, er einki at ivast í. Móðir til ein av SS-monnunum — tað vóru hesir, ið høvdu í „uppgávu“ at besyrgja morðini — sigur at sonur sín kom heim seint eina náttina, heilt sansaleysur og tveitti seg niður og segði, at hann „hevði verið við til at skotið 15 sakleysar menn niður í nátt.“ — Ja, sjálvt SS-menninir vamlast og gerast sansaleysir! — Morðið á von Schleicher hevur vakt miklan harm innanfyri ríkis- varnaðarliðið (Reichswehr), og hansara menn og vinir rópa: „Hevnd yvir mordarnar! “ Eisini innanfyri SA er mannahugsanin hóttandi, sum hetta gøtu-uppslag í Berlin sigur frá: „SA-menninir skulu hevna teir felagar, ið Hitler hevur latið dripið. Troystið tykk- um skurkar, tá ið hevndartímin slær !“ Úr tí „offisiella“ Týsklandi frætt- ist, at har nú er friður og eingin fári. President Hindenburg hevur takkað Hitler fyri, at hann hevur bjargað Týsklandi frá undirgangi. — Men hann hevði neyvan takkað brotsmonnunum, sum hann hevur gjørt, um ikki tveir av hansara næstú frændum og von Papen vóru á listanum yvir teir, ið Hit- ler og Goering skuldi rudda bur- tur. Fyri at bjarga hesum trimum hevur hann skrivað undir tøkkina sum Hitler sjálvur hevur skrivað. Men avgjørt er, um vandin hesi ferð sær út til at vera horvin, so er hann bert horvin fyri at venda aftur, og tá: Troystið tykkum bøðlar, tá ið hevndarstundin slær! Fyrrverandi týski ríkisdagamað- ur Fritz Heckert segði í sínari frágreiðu um standin í Týsklandi, 1. apríl 1933: „Fascisman í Týsk- landi kann ikki setast javnt við fascismuna í Italiu, tí meðan fas- cisman í Italiu kom upp meðan peningaviðurskiftini vóru batnandi og Itala sum sigurharri kom heim aftur úr krígnum og ongan poli- tiskan bevísstan arbeiðaraflokk hevði, so kemur hin týska fascis- man fram í niðurgangandi pen- ingatíð í einum landi, ið var slig- ið í krígnum og gekk undir harð- ar treytir — og Týskland eigur ein bevístan, gott organiseraðan, politiskan arbeiðaraflokk við yvir 5 mill. limum.“ Har aftrat sigur Fritz Hechert, at tað bert er ein spurningur um tíð, hvussu leingi tað hitlerska óstýrið vil vera ment at halda teymarnar, tí leingi kann tað ikki vara til fólkið vaknar og kennir seg svikið. Og uppreist- urin vil byrja í Hitlers egna liði. „Hitlerstýrið vil fyrr ella seinni detta um síni egnu lík.“ Fritz Heckert fekk rætt, ella rættari hann fær rætt. Tað, ið nú hendir í Týsklandi, sigur Fritz Heckert, er: at nazistarnir halda Bartholomeusnátt í egna húsi. — Men hitt kúgaða arbeiðarafólkið saman við teim sviknu, ið fyrr hava hingið við Hitler, vilja orga- niserað stríðið til eitt frælsisstríð fyri arbeiðarafólkið, bert við tí eina endamálinum fyri eyga: At gera Týskland til eitt frælst land fyri hitt arbeiðandifólkið! Fongslaðir á skemtuferð —o— 8 ferðamentt fongslaðir Um borð á „Norddeutsche Lloyd“s skemtuferðaskipið „Sjerra Cordoba“ (hetta skipið var í Før- oýum í fjør), ið var á ferð í norð- ur Noregi við 350 ferðafólkum, vóru ferðafólkini illa við í teimum døgum, tá ið blóðbaðið stóð í Týsklandi. Eftir ordrum frá Hitler- stýrinum vóru ikki minni enn 8 ferðafólk hondtikin og fongsl- aði mistonkt fyri at vera í hóslag við uppreistramonnunum móti Hitler. — Tað er ikki so frætt, at tað er friður á skemtuferðum hel- dur. Skipið er nú á veg til Bremer- hafen. Stjórnað av eini nevnd. — Ábyrgdarmaður : Ingv. Jacobsen. Prentsmiðja Tingakross.

x

Arbeiðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Arbeiðið
https://timarit.is/publication/19

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.