Arbeiðið - 14.07.1934, Blaðsíða 1

Arbeiðið - 14.07.1934, Blaðsíða 1
__ * tqrshavn ARBEIÐIÐ ~73Z OGNARLEYSU FYLKIST - Nr. 1. Leygardagin 14. juli 1934 1. árg. H v í liggur „Pourquoi pas“ flaggskrýddur 14. juli ? Tí: 14. juli 1789 fleýt fýrstu ferð mannablóð fýri frælsisrørsluni. Sigur yvir tí franska borgaraharkaliðinum var vunnin við arbeiðara- blóði. Hesin dagur minnir um yvirgongdina frá tí gamla til hitt nýggja Frakland, og er vorðin grunnlógardagur teirra og nevnist „ba- stilledagurin". Tað var á hesum degi at „basti!lan“ varð tikin við vápn í hendi av tí arbeiðandi fólkinum í París, ið gekk á odda í frælsis- stríðinum. Arbeiðið —o— Tað eru ikki tey bestu tíðindi, ið frættast higar úr útheiminum. Tær ringu tíðirnar tykjast ikki at skula fáa enda. Best sum vit kunnu halda og vænta, at ymisk tekin týða upp á, at tað brátt fer at líða til Ijósari dag, júst tá er tað mangan sum vónirnar vilja bresta, nýggj brek og svsk koma upp. í radio hoyra vit um tann ræðuliga standin, ið fíggjarliga sum um á annan hátt ger seg galdandi um flest allan heimin; arbeiðsloysið økist í staðin fyri at minnka; hin stóra fjøldin livir í nívandi fátækdømi og má nógvar staðir freista hungursdagar. — Men verst av øllum er, at aftanfyri hitt ráð- andi óskilið hómast alt ov grefliga tey svørtu skýggj, ið boða frá mannaættarinnar størsta fígginda: kríggsørskapurin. Enn ^ru vit ikki komin longur enn at -'in stórur partur av teim monnum, ð fjøldin hevur valt til at stýra ig ráða yvir samfelagsins lagnu og vælferð — einans duga at síggja ein nýggjan verðaldarbardaga — eitt nýtt altoyðandi blóðbað, sum ta einastu bjarging úr hesi vanda- miklu tíð. Hetta erú korini, ið samfelagið bjóðar tryggastu og bestu stuðlum sínum: arbeiðsmonnunum at liva undir. Undir hesum ólivi- iigu viðurskiftum verður hann dømdur at søkja sítt breyð til seg og síni. Hann hevur m e g i at arbeiða við og h u g u r i n er hin besti. Men hvat batar tað, at hann hevur hug og niegi, tá hann verð- ur forðaður at nýta hesar gávur soleiðis, at tær verða honum og hansara at gagni. Hann fær ikki fult virði fyri sítt arbeiði. Móti iinari órættvísari samfelagsskipan fná arbeiðarin stríðast til lívsins enda. Hann, ið skapar peningin við sínum likamliga arbeiði, livir í armóð — á somu tíð sum aðrir, ið als ikki kenna til arbeiðsins virði, ríka seg upp og liva í yvir- flóð av hesum sama pen- i n g i. — Slíkur stendur bardagi ímillum rættvísi og órættvísi í hesi løgnu verð. Hvør er leiðin, ið kann bjarga tí minni menta og føra hann fram til liviligari kor? Leiðin er einans, og hon er vís, um hon enn kann sýnast drúgv at ganga. Arbeiðaraflokkurin skal sjálvur bróta slóðina og umsíður vinna fram til tað mál, ið gevur honum sigurins sonnu krúnu. í einum sterkum, ærligum og mál- vísum samhaldi, skal arbeiðarans mál røkkast; øksl móti økslum mugu vit standa saman sum brøður í vissu um, at eingin makt á fold- um er so stór sum ein s a m- eindur a r b e i ð a r a f I o k k - u r ! Eitt hitt týdningarmiklasta lið í bardaga arbeiðaraflokksins fyri rættvísi og frælsi, er mentan. Og í hesum føri er tað bløðini — pressan — hvar menn fáa høvi til at framseta sína hugsan um viðurskifti, ið týða almikið í dag- liga strevi teirra — sum hava tað stóra orðið at siga. Tað er tí eitt sera hugnaligt tekin, at arbeiðara- pressan um at kalla allan heimin tykist at gerast sterkari og sterk- ari og verður fatað av fólkinum sum tess størsti stuðul í stríðnum fyri krøvum rættvísisins. Her í Føroyum eru viðurskiftini lítil eins og fólkatalið, metað sam- an við onnur lond. Men øll vita, at tann føroyski arbeiðarin ikki á nakran hátt er betri staddur enn arbeiðarin í útheiminum. Tvørtur- ímóti — hansara arbeiði er stórt og verður avrikað gott og sam- vitskufult; men lønin, hann uppi- ber á hvørjum ári, er so lítil og ússalig, at hon neyvan kann hugs- ast minni. Hetta er sannleikin um hin føroyska arbeiðsmannin, bæði á sjógvi og landi. Latum okkum tá ikki gloyma at vit eruí sama báti sum brøður okkara í hin- um londunum! Tað er nú tið at vísa, at hetta lítla fólk er í ferð við at vakna til ljósan dag. Vit mugu skapa okkum eitt blað, eitt blað, ið kann nevnast okkara. í 1916 varð fyrsta takið tikið til útgevan av einum føroyskum arbeiðarablaði, „Virkið“. So neyð- turviligt eitt slíkt blað longu tá mátti sigast at vera, miseydnaðist tó royndin og bert eitt nummar kom út. Seinni tóku fiskimenn- inirsegsaman og góvu útegið blað. Tað eydnaðist nøkur ár at halda lív í hesum blað; so fell eisini tað fyri bakka. Saknurin við at missa fiski- mannaBlaðið, sum vit vóru vón við at hava og eitt arbeiðarablað, sum tað tíverri ongantíð eydnað- ist at fáa í lag, hevur stuðlað før- oyskum arbeiðsmonnum og fiski- monnum til at geva út e i 11 f ø r- oy skt arbeiðarablað fyri F ø r o y a r. Blað okkara vil í fyrstu syftu umboða vinnulívið og lív arbeið- araflokksins á sjógvi og landi, eins og til fjalls og fjøru. Frá hesi uppgávu boðar navn blaðsins. Føroyingar vita, hvat ið a r b e i ð- i ð týður og vónandi vilja teir tí eisini vita at styðja „Arbeiðið“, teirra egna blað, ið vil flyta fram teirra hugsanir og áskoðanir um øll týdningarmikil viðurskifti og verja teirra rættvísis krøv í einum hvørjum máli.

x

Arbeiðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Arbeiðið
https://timarit.is/publication/19

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.