Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.04.1916, Blaðsíða 4

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.04.1916, Blaðsíða 4
siður var tá har í bygdini, og tað kendi Drongurin, at tá var hann blíður sum eitt lamb og hartil snakkin; hevði tað borið til, so skuldi hann fingið betri greiðu á ymiskum, sum enn var ógreitt. Snakkið fall á ymist, og tá Drongurin helt tað bera til, legði hann framat: »Pápi, er ikki gubbin ein góður maður?« »Jú, stakkalur, hovdu oll verið sum gubbin, so hevði mangt verið gott, ið nú er ilt.« »Ja, eg bannaðist ein dagin inni í smiðjuni, og hann segði, at eg skuldi ikki bannast.« »Hann, veit eg, gav tær undir oyra?« »Nei, han gav mær sukur, men tað smakkaði tubbak at ti, hann blásti burt av tf. Hann segði mær eisini, hvat jólini hava at týða.« »Hvat týða tey tá, stakkalur?* »Tá verður kjót at eta og sótsuppa til nátturða.« »Hatta hevir gubbin ikki sagt.« »Nei, tað er sannheit, tað segði Sámal; gubbin segði, at tá varð Jesus pápin fødd- ur. Men hvat týða tey fyri okkum her í Gilinum?« Oli mestur sum steðgaði á; hann leit yvir á gólvið, har konan sat og vaggaði, og eygu teirra møttust í eini djúpari og eymari kenslu. Hjá teimum hóvdu mong jólini verið bæði kaldlig og turrlig í allar mátar. Tað hevði mangan verið frægastu ráð at liggja í songini tað mesta av deg- inum, har var í hvórt fall frægastur hitin; men svangligt var tað. Men hvat var til tess at siga? Barnaflokkurin var stórur, nógvir munnar at metta, nógvir føtur at skøða og nógvir kroppar at klæða, um summir vóru smáir, men inntókurnar vóru ójavnar. Nú sótu tey her og hugdu at hvórjum óðrum, og óivað rann teimum báðum tað sama i huga: »Hevði ein havt borið seg betur at og ansað betur eftir í ungdómi- num, so kundujólini havt tvífaldan týdning eisini her i Gilinum. Men frá eini aðrari siðu sætt: skal ein byrja við at spara hvórt oyra saman og hugsa um at bera i reiður lika frá ti, hann er konfirmeraður, so verða eingir ungdóms dagar, og so kundi ein lika væl altíð verið gamalur.« Óli kom til tað mál, at var ein borin i heim á lívsins skuggasíðu, so skuldi hann annað hvórt ongan ungdóm hava ella ong- ar pliktir leggja á seg ella knýta nókur onnur menniskjur afturat sær í framtiðini. Men hann hevði gjórt bæði, og tí var tað so ringt at veita Dronginum svar, ti fyri honum og systkjum hansara áttu jólini at hava tvifaldan týdning. Og Óli kendi seg sekan, og roynđi tí at leita eftir óðrum evni, men tað var nakað komið í hálsin á honum, sum gjórdi fortreð; hann fekk ikki snakkað, men vendi sær á og streyk nak- að burt, sum rullaði niður i skeggið. Við eitt var tað fyri Dronginum, sum sá hann inn i sál faðirs síns, og tí var hann tann fyrri, ið mælti: »Pápi, tá eg verði stórur og fari at rógva út við sexmanna- farinum, tá skulu vit hava gott at eta á jólum. Tá fari eg at keypa eitt nýtt sex- mannafar, tað hjá tykkum, tað er ber kjalaborð. Eg fari at biðja Jóhan í Garði gera tað, hann dugir so ónatúrliga væl.« »Hoyr, hvór sigur, at okkara bátur er ber kjalaborð?« spurdi Óli forvitnisliga. »Tað segði vSámal í Búð. Hann segði eisini, at tit orkaðu einki at rógva.« »So, tað segði Sámal, tað er nokk eisini hann. ið sigur tær um tann góða matin, tey hava á jólum?« »Ja, hann var tað,« helt Drongurin. Um kvóldið fór Óli í handilin við eini tveykrónu, tí seinastu, 1 húsinum var, og har keypti hann til jóla: tvey pund av tí bíligara byggmjólinum, trý fjerðingpund av siroppi, hálvtannað pund av grýnum, eina dós av svávilspinnum og mangt ann- aó, til tað vóru áttu oyru eftir. »Lat meg fáa ein hálvpegil av víni fyri tey oyruni,« helt hann so spakuliga. »Vln,« helt handilsmaðurin, »keyp heldur grýn fyri tey, tú hevir so lítið av grýnum; ella siropp, siroppur dugir eisini ístaðin fyri smór. Vln dugir einki at keypa.« »Ja, ja, tú sigur nakað, lat meg fáa siropp, hann er góður, tá ið einki er betur,« helt Óli, og tá hann kom út aftur úr handl- inum, kendi hann seg mestur sum eitt barn, ið hevur gjórt gott, tá tað ætlaði at gera ilt. — (Meira.) »Kristeligt Ungdomsblad for Fær- øerne« udgaar een Gang otn Maaneden, koster i Kr. otn Aaret og kan bestilles hos Posten eller hos Pastor Jacob DahL Sandegærde, Thorshavn. Udgivet af Stromas kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn. Trykt i »Fære Amtstidende«s Bogtrykkeri.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.