Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Síða 1
#v
$
r^liIGT UNGDOjf^
FOR
'/
4/j
FÆRØERNE.
Han drikker af Bækken paa Vejen, derfor løfter lian sit Iloved højt.
Salme 110, 7.
9. Aargang.
September 1917.
Nr. 12.
S á I m u r.
L a g : O, kære Sjæl, fald ydmyg ned.
T TM heljar herlið upp steig alt,
um tílíkt lið var aldri talt,
ei sæð í makt og valđi,
og hótti mær á tungu leið,
hvar tárið rann og barmur sveið,
og mangar vónir kvaldi.
Um gótan gjórdist hál og mjá,
um niðja yvir óllum lá
og hjartað skalv í ótta; —
Guðs náðigerð hon vikast ei,
hon stendur við á hvórji leið,
um ei eg hómi glotta.
Um hvór ein kensla gerst mær vond,
og burtur sýnist álits hond
og ridlar alt á foldum;
Guðs náðigerð ei svitast kann,
so veingjalætt seg hevja man
hvór tváað sál av foldum.
Hav fría vón, o, troytta sál,
tess løn er stór, til hægri mál
hevj eygu upp at skoða;
ei hvirluódn, ei torubrak,
men hóvligt dun, tá stund gerst mak,
Guðs milđu rødd man boða.
J. C. P.
I ^1‘Í X H lÍ kM
á 11. sunnudegi eftir trinitatis.
Luk. 18, 9—14.
Jesus hevði bara ein tanka, meðan
hann var her á foldum, og hann var at
føra allar syndarar bjargaðar heim til faðir-
húsið á himni. Hvór gerningur, hann
gjórdi, og hvórt orð, hann talaði, hevði
hetta mál, bæði táið hann við kærleiksrødd
kallaði ðll til sín, og táið hann við hórðum
orðum tuktaði tey, sum ikki vildu venda
sær við. Eisini hetta liknilsi talaði hann
fyri at leiða fólk til at bjargast frá synd-
ini. Tað vóru fólk, sum hann ikki kundi
fáa í talu, táið hann bað tey fara frá
syndaveginum og taka við Guðs náði, av
tí at tey hildu seg vera góð nokk, sum
tey vóru. Tí sigur hann nú frá hesum
líknilsi. Hann setur har ein spegil fram,
hvarí tey skuldu síggja seg sjálv, so tey
kundu fáa skil á, at teimum fram um alt
tórvaðist at fagna teirri náði, sum Jesus
hevði at geva. Og táið hann skal vísa
teimum ein sovorðnan mann, sum av sjálv- %
gleði ikki kann náa at leita seg fram til
náðina, sýnir hann okkum mannin í bøn;
tí ongantíð kemur okkara sanna lívsinnihald
— æntin tað er syndakensla, sjálvgleði,
brennandi trúgv ella líkagylđigheit — so
væl fram, sum táið vit royna at tala við
Guð.
Vit siggja farisearin. Tað fyrsta, vit
hoyra hansara bøn, sýnist hon okkum at
vera ein rik bøn; ti hann hevir nógv
at takka Guði fyri, og einki er so ríkt
sum rættuliga at kunna geva Guði takk av
hjartanum; men skjótt siggja vit tó, at
bønin er heilt óærlig. í virkuligheitini
takkar hann jú sær sjálvum og ikki Guði.
Eru enn orðini vend til hansara, er tað tó
gleðin yvir sjálvur at vera so nógv betri
enn onnur, sum er farisearans lívsinnihald.