Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Blaðsíða 3

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Blaðsíða 3
ollum, Guð í síni náði vil geva, vísur í, at Jesus vann okkum rætt til at taka tað. Tá kemur tokk og gleði inn í lívið, og tá kann Guðsbarnið eisini við stórari gleði takka fyri, at Guð hevir frelst tað frá mangari synd, sum onnur liva í. Hann, sum ikki sjálvur er frígjordur av Guði, kann ofta halda hetta barnasinnið vera líkt farisearasinninum og taka forargilsi av ti; men tó er her stórur munur. Tí barnið takkar virkuliga fyri, at Guð í náði hevir gjort alt so væl, og tað veit sær einki at duga av egnari megi. Eg minnist, at eg eina ferð hoyrdi nakrar konur, sum skrýddu seg við kristnurh navni, tala háðandi um eina gentu, sum var fallin i synd. Men ein kvinna, sum eg havi lært at hávirða, tók tá til orða og segði: »Eg kann ikki nokk fulltakka Guði, at hann førdi meg soleiðis, at eg ikki kom í sovorðnar freist- ingar, men at eg frá barnadógunum fekk hann kæran, tí annars hevði kann henda eisini mær gingið so.c Tá varð tógn hjá óllum farisearakonunum; tí tær kendu, at her var ein, sum hevði hitt rætta barna- lyndið. So slepp tú tínum farisearalyndi og síggj tína synd, sum hon er, at tú kanst biðja Guð um náði av hjarta og vinna tað barnasinnið sum ogn, ið Jesus keypti tær rætt til. G. B. Sálmarnir úr Gamla Testamenti. (Týddir av J. Dahl.) (Uppafturtikið.) 96di sálmur. 1) Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum veróldin óll! 2) Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans đag eftir dag! 3) Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans! 4) Tí mikil er Harrin og lovaður sára, øgiligur er hann yvir allar gudar; 5) tí allir fólkanna gudar skurðgudar eru, men Harrin hevir himin skapað. 6) Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og prís í halgidómi hans. 7) Veitið Harranum, fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! *’•) Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans! q) Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verðldin óll! 10) Havið á máli heidninganna millum: Harrin tók kongavald og foldina festi, so at ikki hon vikast, við rættvísi hann fólkini dømir! 11) Himin fegnist! Gleðist heimur! Havið bróti alt sum tað er! 12) Hagin frøist og alt tað hann ber! Oll træ 1 skóginum rópi fagnaðarróp, 13) fyri ásjón Harrans, ti at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma. Hann jórðina í rættvísi dømir og fólkini í trúfesti sini. 97di sálmur. 1) Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist! Fegnist fjarlagdar strendur allar! 2) . skýggjum og myrkri hann hulđur er, rættur og rættvísi eru hans hásætis- stuðlar. 3) Eldur gongur undan honum og logar rundan um fótaspor hans. 4) Ljós hans skyggja' um heimin, jórðin sær tað og bivast. 5) Fjóllini bráðna sum vax fyri Harranum yvir óllum heimi. 6) Himin boðar rættferð hans, tjóðir allar dýrd hans skoða. 7) Allir bílætadýrkarar verða til skammar, teir ið sær av skurðguđum rósa; gudar allir fyri honum níga. 8) Sion tað hoyrir og gleðist, Juda døtur seg frøa um dómar tínar, Harri. g) Tí tú, Harri, er um allan heimin hin hægsti, hevjaður hátt upp um allar gudar. 10) Harrin teir elskar, ið hata tað illa, hann varðveitir sálir heilagu sína, úr gudleysa hondum hann teimum bjargar. 11) Fyri rættvísum íbirtist ljós, fyri rættsintum gleði. 12) Gleðist um Harran, rættvísir menn, syngið heilaga navni hans lov!

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.