Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Page 3
ollum, Guð í síni náði vil geva, vísur í, at
Jesus vann okkum rætt til at taka tað.
Tá kemur tokk og gleði inn í lívið, og
tá kann Guðsbarnið eisini við stórari gleði
takka fyri, at Guð hevir frelst tað frá
mangari synd, sum onnur liva í. Hann,
sum ikki sjálvur er frígjordur av Guði,
kann ofta halda hetta barnasinnið vera
líkt farisearasinninum og taka forargilsi av
ti; men tó er her stórur munur. Tí barnið
takkar virkuliga fyri, at Guð í náði hevir
gjort alt so væl, og tað veit sær einki at
duga av egnari megi. Eg minnist, at eg
eina ferð hoyrdi nakrar konur, sum skrýddu
seg við kristnurh navni, tala háðandi um
eina gentu, sum var fallin i synd. Men
ein kvinna, sum eg havi lært at hávirða,
tók tá til orða og segði: »Eg kann ikki
nokk fulltakka Guði, at hann førdi meg
soleiðis, at eg ikki kom í sovorðnar freist-
ingar, men at eg frá barnadógunum fekk
hann kæran, tí annars hevði kann henda
eisini mær gingið so.c Tá varð tógn hjá
óllum farisearakonunum; tí tær kendu, at
her var ein, sum hevði hitt rætta barna-
lyndið. So slepp tú tínum farisearalyndi og
síggj tína synd, sum hon er, at tú kanst
biðja Guð um náði av hjarta og vinna tað
barnasinnið sum ogn, ið Jesus keypti tær
rætt til. G. B.
Sálmarnir
úr
Gamla Testamenti.
(Týddir av J. Dahl.)
(Uppafturtikið.)
96di sálmur.
1) Syngið fyri Harranum nýggjan song,
syng fyri Harranum veróldin óll!
2) Syngið fyri Harranum, signið hans navn,
kunngerið frelsu hans đag eftir dag!
3) Greinið heidninganna millum æru hans,
fólkanna millum undurverk hans!
4) Tí mikil er Harrin og lovaður sára,
øgiligur er hann yvir allar gudar;
5) tí allir fólkanna gudar skurðgudar eru,
men Harrin hevir himin skapað.
6) Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru,
lov og prís í halgidómi hans.
7) Veitið Harranum, fólkanna ættir,
veitið Harranum heiður og lov!
*’•) Veitið Harranum navns hans sóma,
berið gávur og komið í forgarðar hans!
q) Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði,
titra fyri ásjón hans verðldin óll!
10) Havið á máli heidninganna millum:
Harrin tók kongavald
og foldina festi, so at ikki hon vikast,
við rættvísi hann fólkini dømir!
11) Himin fegnist! Gleðist heimur!
Havið bróti alt sum tað er!
12) Hagin frøist og alt tað hann ber!
Oll træ 1 skóginum rópi fagnaðarróp,
13) fyri ásjón Harrans, ti at hann kemur,
hann kemur jarðarríkið at døma.
Hann jórðina í rættvísi dømir
og fólkini í trúfesti sini.
97di sálmur.
1) Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist!
Fegnist fjarlagdar strendur allar!
2) . skýggjum og myrkri hann hulđur er,
rættur og rættvísi eru hans hásætis-
stuðlar.
3) Eldur gongur undan honum
og logar rundan um fótaspor hans.
4) Ljós hans skyggja' um heimin,
jórðin sær tað og bivast.
5) Fjóllini bráðna sum vax
fyri Harranum yvir óllum heimi.
6) Himin boðar rættferð hans,
tjóðir allar dýrd hans skoða.
7) Allir bílætadýrkarar verða til skammar,
teir ið sær av skurðguđum rósa;
gudar allir fyri honum níga.
8) Sion tað hoyrir og gleðist,
Juda døtur seg frøa
um dómar tínar, Harri.
g) Tí tú, Harri, er um allan heimin hin
hægsti,
hevjaður hátt upp um allar gudar.
10) Harrin teir elskar, ið hata tað illa,
hann varðveitir sálir heilagu sína,
úr gudleysa hondum hann teimum bjargar.
11) Fyri rættvísum íbirtist ljós,
fyri rættsintum gleði.
12) Gleðist um Harran, rættvísir menn,
syngið heilaga navni hans lov!