Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Side 2

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.09.1917, Side 2
Men er hann nú virkuliga so góður, sum hann her sigur seg vera, hví man tájesusi dáma bøn hansara illa? Tað er av tí, at so leingi sum hann hevir hesar tankar um seg sjálvan, kann hann ikki koma til Jesusar og frelsast, og tó treingir hesin farisearin til at frelsast. Kannska er hann í tí lívi, sum fólk síggja, so góður, sum hann her sigur; men ikki eru tankarnir reinir og hjartað, sum Guð skapaði tað; tí so er hjá ongum menniskjum. Syndin hevir đálkað ein og hvonn, um enn tað ikki altíð sæst av óðrum, og tankarnir rúma bæði sjálvkærleika og hat og illsinni og hevndartrá og manga óreina lyst hjá hvórjum av okkum, og alt hetta spillir tað lív, sum hevir virði í okkum um aldur og ævir, og leiðir okkum í deyða. Vit mega óll rívast út av hesum og fáa nakað í eigu, sum kann reka tað út, um vit nakrantíð skulu sleppa at liva har heima, hvar óll synd er horvin ikki bert í gerning- um, men eisini í tonkunum. Tí varðjesus syrgin, táið hann sá, at farisearin helt alt vera væl í lagi, sum tað var; tí hann, sum einans vildi frelsa frá deyða, visti væl, at farisearans lív mátti enda í deyða um allar ævir. Men nú tú, sum livir nú í teimum somu deýðakorum sum hesin farisearin, hevir tú tikið móti tí lfvi, sum hann vrakaði? Hetta líknilsi er sett sum ein spegil, fyri at tú skalt síggja teg sjálvan í tí, og ,gjórdi tú tað kann henda mangar ferðir eins og hin maðurin, apostulin talar um (Jákups bræv i, 23-—24), sum sá andlit sítt í einum spegli, men uppaftur gekk frá, og alt fyri eitt gloymdi, hvussu hann sá út, so síggj tað nú, so tú ikki gloymir tað. Tú hevir eitt hop um eina ferð at sleppa heim til lukku og sælu, táið lívið her hevir enda, tí tað hevir bert fáur heilt kunnað frígjórt seg fyri, um hann enn læt barnatrúnna fara; men á hvórja grund byggir tú hetta hop? Á Jesus Kristus, vilt tú ivaleyst svara, og « hetta er væl svarað; tf eina hann kann leiða okkum til faðirhúsið uppi í erva. Men svarar tú hetta av tí, at tú hevir hoyrt og lisið tað, ella kanst tú siga so av sonnum, av tí at tú hvónn dag byggir lív títt á Jesusar deyða og uppreising? Manst tú ikki nógv oftari hugsa soleiðis: eg sleppi nokk við, tí eg eri kortini so nógv betri enn so mong onnur. So hugsar mannafjóldin. Hon líknar seg við onnur og heldur altíð seg sjálva vera best. Á hesa grund byggir hon sítt hop, og man henni kannska við hvórt grúna, at hetta ikki er nokk, so nógv ringt sum er í okkara sinni, so kann hon tó altíð ugga seg við, at Guð er góður og vil ikki synđarans deyða. Men hetta ber ikki til. Hann vil einki annað enn at frelsa og føra heim til lív, men fær hann ikki loyvi at føra teg sín veg inn til lívið, vil lfv tftt fara í deyða. Hetta er tín lutur, so leingi tú sum farisearin lítur á, hvussu nógv tú ert betri enn onnur. Hin, ið bað, var ein tollkrevjari. Hann kendi sfna synd so væl, at hann einki gott hjá sær sjálvum kundi takka fyri. Ongum óðrum kunđi hann ansa eftir enn síni synd, sum eina ferð skulđi tuktast av honum, sum skal døma óll eftir okkara gerningum. Tí var tað einasta, hann kundi fáa fram, eitt hjartasukk um náði: Gud, miskunna mær, neyðar syndara! Tað ljóðar so fátækt, og tó er henda bøn rík, tí hon kann føra til lívið, táið hon kemur frá hjartadýpinum. Tí hon er runnin av teirri kenslu, at hann einki sjálvur er mentur, men kann fáa alt frá Guði. Ger nú tú sum tollkrevjarin! Sfggj tína synd í eygu, sum hon er. Hvór blóðdropi í tær er dálkaður av henni, og hvór tanki hevir hana í sær. Tú ferðaðist ofta har, sum eingin synd kunđi vera, um hon ikki var í tær, og tó lætst tú freist- ingar møta tær allastaðni. Tankarnir festu seg í alt, sum kundu leiða í synd, og hon varð ikki veranđi bara í tonkunum, men eisini kjótið varð drigið við. Og mangar ferðir var tað, sum hann, ið leiðir óll okk- ara stig, vilđi halda tær aftur: tær stóð fyri eygu bílætið av hinum krossfesta, ella tær kom í huga eitt orð av teirri heilagu skrift ella kannska ein regla, sum mamma tín lærđi teg á fangi. Tað var, sum hond hansara vildi đraga teg aftur, og tó aktaði tú ikki Guðs rødd í hjartanum, men læt syndina fáa vald á tær. So hevir gingið hjá hvórjum av okkum ikki eina, men mangar ferðir, og hjá okkum óllum er vandi fyri. Deyðin liggur yvir okkara lívi og man eina ferð heilt kanna sær okkara lív og sál. Tá varðar um hjá hvórjum av okkum, at vit kunnu siga orð tollkrevjarans: Guð miskunna mærneyðar syndara, og siga tað sum tey, ið ikki bert vilja hava hansara fyrigeving, men eisini vilja reisast til eitt nýtt lív. Nógv fólk hava sagt hesi orð í neyð og vanda, táið tey óttaðust fyri, at Harrin skuldi fara at tukta teirra synd við mótigongd og pínu, men táið vandin var farin, vóru tey upp- aftur sum áður. Tey vildu ikki reisast av honum til nýtt lív; teirra iðran um syndina var ikki ekta, og tey verða ikki frelst. Tað hendir einans, táið tú bara stúrir fyri einum, tíni sál, sum syndin hevir herjað á, og bara tráar at fáa hana frelsta. Er tað so, ert tú sælur, tí so tekur Guð teg í favn og vil eina ferð leiða teg til faðirhúsið í erva. Tá fært tú nýtt sinni. Ikki er tað farisearasinnið, sum lítur á sínar egnu gerningar, og ikki tollkrevjarasinnið, sum tiggar um eina náði uttan frið, men barna sinniđ, sum við tókk letur seg upp fyri

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.