Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Qupperneq 4

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.03.1918, Qupperneq 4
Pætur. Y m i s t. Hann bar á munni størstu orð og segðist ikki svíkja. Hann vildi eiga Harrans kor og ei frá honum víkja. Men Harrin mælti: »Trúgv tú mær, fyrr hanin gelur aðru ferð, tú svíkur triðja sinni.« Tí Harrin kendi mansins sál, sá, hann ið hevir treystast mál, er veikur innast inni. Og Pætur fall, og Pætur sveik, og mentist væl av falli; tí sálin, ið var rædd og veik, tá gjordist trygg sum fjallið. í sviki hann seg sjálvan sá og gjordist hann hin klettur tá, har Harrans hús kann standa. í synd, sum týnir sálarfrið og ikki gevur manni grið, vann Pætur halgan anda. Og gongur mangum manni enn sum Pæturi á sinni. Vit vilja sýnast rættir menn, tó veikir innast inni; tí ræður um at sanna tað, vit eru eins og fúnað træ, tó kunna okkum menna, tí Harrin, ið vil ðllum væl, hann letur tað, ið bert er skal, við synd av sálum brenna. So gerast vit, sum klettur, trygg og væl av falli mennast. Ei húsið títt á sandi bygg, tann grund man ótrygg kennast! Lít einki á tey stóru orð, menn royn at finna Harrans spor og gakk, hvar tey teg leiða! Um trong er rás, um neyð er stór, fer tú ta leið sum Harrin fór, tá skalt tú lívið eiga! Hans A. Djurhuus. Sæl eru tey miskunnsomu — Úti við ánna Seine, ið rennur gjognum París, situr fátæk kona, ið selur blómur. Búð hevir hon onga, bert eitt lítið tjald í einum portri. Fleiri ferðir om dagin fara líkskarar — eitt syndarligt, endaleyst lið — fram við tí portrinum, har hon situr, út til kirkju- garðin. Tað eru Soldátar, ið verða jarð- aðir, — ofta heilt ungir dreingir, deyðir langt burturi fra heimbygd teirra á einum- hvørjum sjúkahúsi i París. Eingin kennir teir, eingin fylgir teimum, eingin minnist til teirra. Hon kennir teir heldur ikki, men hvorja ferð hon sær eina nakna, ómálaða kistu fara fram við, fer hon renn- andi út við einum neva av sínum fátæku blómum og breiðir tær út um kistulokið, meðan hon spakuliga mutlar fyri seg sjálva: »Takk! tú sum strítt hevir — eisini fyri meg!« (Eftir A. L.) Til iial cLa.i*ai*nar! Alt pappír er í hesum tíðum dýrkað meira og meira. »Kr. ungdómsblað*, sum í fyrstuni kostaði 20 kr. nummarið, er nú komið upp í 30 kr. Tess vegna mega vit, um blaðið ikki skal halda uppat, hæðka blaðgjaldið frá 1 kr. til 1 kr. 50 oyr. um árið. Vónandi er, at eingin haldari av teirri grund fer at siga blaðið frá sær, men at allir vilja styðja tað enn sum áður. Udgivet af Strøma.s kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn. Trykt i A/S. »Fære Amtstidende«s Bogtrykkeri.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.