Ólavsøku-teiti - 29.07.1948, Blaðsíða 4
Vegirnir í Føroyum
Aftaná fólkaatkvøðuna
. /
I Føroyum er tað nú ikki — so tespiligt at koyra bil,
tí vegirnir eru sum havið, har stendur jú hylur við hyl,
so skalt tú eitt koyrikort taka, tá krevst tað ein skipari til.
THE NEW LOOK
Hann: Where do you live, darling?
Hon: In the longeste, biggeste, blackeste hus in the Stangarstreet.
Not the biggeste uppefter, but the longest heimefter.
14. september 1946
Tá Thorstein sá,
at loysingin lá omaná,
hann rópti hart: Hurrá, hurrá!
Eg vann, eg vann!
Á, jú min sann!
So neiunum eitt spark hann gav
og sendi tey ut yvir hav.
í blaðið brátt hann skrivaði:
„Bert foðilandsins tænari
nú eri eg!“
Men teir, sum høvdu havt alt knoss,
teir stóðu nú sum bitin ross!
Soleiðis kann tað ganga til,
tá maður fær sær annað skil!
TØÐUFREKT SLAG
Blaðstjórn Dimmalættingar er nú
um at fara húsagang av hárskerarokn-
ingum vegna tann øðiliga hár- og
skeggvøkstur, ið verið hevur á prent-
smiðjuni, síðan læknarnir báðir í vár
đungaðu »den Bøtte Skidt og andet
usagligt Møg« yvir høvur teirra í ho-
spitalsraáiinum.
6