Ólavsøku-teiti - 29.07.1948, Blaðsíða 20

Ólavsøku-teiti - 29.07.1948, Blaðsíða 20
Her er komin tann høvdinøin.. Nú Hedtoft er kom-in at vitjá vúrt land. Hann kom við Niels Ebbesen gitna, at knýta við Føroyar eitt ástarband sum hvørki kann togna ei slitna. Tað Buhl ikki náddi, hesin væl kann, við fylgi í gøturh og geilum. Fyrr sóu vit ikki ein umboðsmann, nú vitja teir okkum í heilum. Ein stórtøkin móttøka ætlað var til, men Ebbesen var ov skjótur, tað ringdi hjá fútanum: »Bíða eitt bil«, og upp leyp hann morgunljótur: Tit farið og purrið menninar út, skjótt, Henrv, Harry og Ovi, sig Heđtoft er komin, gev skarpan lút, tit, liggið nú ikki og sovi. So komu teir oman so við og við við løgmanni sjálvum á odda, men Guttesen segði: »Tit gevið mrer frið«, hann ov góður var við sín kodda. Hann helt, tá at klokkuni hann hevði kveitt: »Vit koma tá vit hava lovað, tit bóðu um hornblástur klokkan eitt, men nú vil eg sleppa at sova.« Anđrass fekk orðið, tók stórliga til: Paa hele Nationens Vegne jeg byde eder velkommen vil hertil fra varmere Egne. Ein íløva um hjarta teir hava kent, og fegnir teir Andrassi trúðu sjálvt um av Føroya 100 prosent hann átti bert sjey og tjúgu. Louis í virðing helt hattin í hond, men stoytti úr honum av harmi: »Betur at ganga sær niðan frá strond enn her at standa við karmi«. Og síðani svór hann ein dýran eið, — eg vil við teir bestu meg meta, men koma teir aftur í regni um leið, eg nøglu í hattin má seta. Teir vildu pú sleppa sær undir tak, men bilur var eingin til handa Teir bønliga bóðu: For landsins sak, lat Hedtoft ei skelvandi standa. Ein íslendskur maður seg tá frambeyð, og ikki teir vilđu hann vraka, 'tí Hedtoft segði: »í størstu neyð, sjálvt íslendska hjálp vil eg taka.« So fara teir niðan í umboðsmannshøll og sessast við mati og drekka. Tá sigur Andrass: Kom handan fjøll, nú slepst har for uttan ekka, eg tordi ikki heim um í min dag, men nú eru løgini betur, vit kunna nú óræđđir fara avstað og vitjað tað bispasetur. * Nú Hedtoft við fylgi til Grønlands fer, vit mega á Porsild hann minna, at eingin smittu úr Føroyum ber, tí her er hiti sjúkan at finna. Men kanska tað er at krevja ov nógv, tí munur man vera á monnum og đønum krevur ei sunnleikaprógv, har finst ei tann sjúkan — av sonnum. | I Eftir sat ein . . . Situr tú, Jákup, i oyðini bøll einastur eftir av mongum, ræddur er Rikard, og Thorstein sær trøll, flokksmenn nú rista i kongum. Sjálvstýrisrøddin, fyrr reystlig og snjøll, skilst av ongum. Andrass nú gleðiboð sendir um lond (skald var hann frálfkt í forðum): „Loysingarhetjur við havgyrdu strond flýggjaðu kúgandi korum! Kristian og Dam, endurknýtt eru boud, komið norðum!“ Ljósið úr laudsuðri brennur so bjart, nú sveimar samband i sali. Jákup, ov fáar tú fekst i tín part, stendur tí eina á vali. Brátt fer at dimma, og alt verður svart. spilt er spælið. 22

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.