Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1957, Blaðsíða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1957, Blaðsíða 7
15 faldum maskinum, serliga taljum, skráplani og skrúvu. Einfaldar uppgávur við grundarlag í Ohms lóg at finna elektriska streymstyr- ki. spenning og mótstand. 7. Sjóraettur (munnligur): Tey týdningarmestu skips- og farmaskjølini. Hylling á sjó- lóggávu reiðara, skipara og manning viðvíkjandi. 8. Sjóreglur (munnligar): Kravt verður at duga væl á at skyna, hvat ið umræður í teimum fyrisettu førum og við umhugsni greiða frá, hvat skal takast til viðgerðar. Duga sjóreglur ræði. f mors- ing hoyriroynd hægst 20 bókstavir pr. minutt. Senda við ljósi eftir fyrisettum reglum. 9. Veður- og havlæra (munn- lig): Evnistilfar í luftini. Luft- og sjóarhiti, hitamegi og hitalutfall yvir land og hav. Há- og látrýst. Lógir fyri vindgerð og stormum. Skýggj og avfall. Praktisk veðurtænasta. Teir mest týdningarmiklu havstreymar, gongd og ávirkan. 10. Fiskalívs- og fiskiskapslæra (munnlig): a) Stuttgreind fiskiskapsbiologi: Gróður og vakstrarviðurskifti hjá lívs- kykti í havinum, kunnleiki til tey mest veiddu fiskasløg í norðurhøvum, gýting, fi- skaferðing og nýtsla av fi- skiskapsrannróknum til fra- ma iyri veiðimøguleikar. b) Kunnleiki til fiskifør av ymiskum sløgum. Útgerð, reiðskap og veiðimátar. Yv- irlit yvir framleiðslu av fiski til ymiskar marknaðir. Við- gerð av fiski. 11. Maskinlæra (munnlig): Stutt yvirlit yvir dampmaskinur, ketlar, cylindarmekanismur, kondensatorar, pumpur, damp- og vatnrør. Hylling á elektrisku innlegging skip- sins. 12. Heilsulæra: Karakterurin til setiskipararoyndina verður fluttur óbroyttur. § 2. Hesir karakterir verða givnir: Føroyskt, flutt 1 kar. Danskt, flutt 1 Enskt, munnligt 1 Siglingarlæra, skrivlig 2x3 tímar 2 Siglingarlæra, munnlig 1 Siglingarlæra, instru- mentir, munnligt 1 Matematik-rokning, skrivlig 1x3 tímar 1 Fysikk og ravmagnslæra, skrivlig 1x3 tímar 1 Sjórættur, munnligur 1 Sjóreglur, munnligar 1 Veður- og havlæra, munnlig 1 Fiskalívs- og fiskiskaps- læra, munnlig 1 Maskinlæra, munnlig 1 Heilsulæra, flutt 1 tilsamans 15 kar § 3. Karakterstigini eru hesi: -í-5, ^-3, +1, 0, 1, 2, 3, 4, 5, 6 og 7. Fyri at standa prógv krevst í minsta lagi karakterurin 3 í miðal. í siglingarlæru krevst í minsta lagi miðalkarakterurin 3. í sjóreglum krevst í minsta lagi karakterurin 2. § 4. Tey prógv, ið tikin eru eftir reglunum í hesari kunngerð, fáa somu rættindir sum skipara- prógv eftir løgtingslóg nr. 8, 19. marts 1954 um sjómansskúla og sjómanslæru. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Tórshavn, 19. februar 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Djurhuus

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.