Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1957, Qupperneq 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 21.02.1957, Qupperneq 7
15 faldum maskinum, serliga taljum, skráplani og skrúvu. Einfaldar uppgávur við grundarlag í Ohms lóg at finna elektriska streymstyr- ki, spenning og mótstand. 7. Sjórættur (munnligur): Tey týdningarmestu skips- og farmaskjølini. Hylling á sjó- lóggávu reiðara, skipara og manning viðvíkjandi. 8. Sjóreglur (munnligar): Kravt verður at duga væl á at skyna, hvat ið umræður i teimum fyrisettu førum og við umhugsni greiða frá, hvat skal takast til viðgerðar. Duga sjóreglur ræði. í mors- ing hoyriroynd hægst 20 bókstavir pr. minutt. Senda við ljósi eftir fyrisettum reglum. 9. Veður- og havlæra (munn- lig): Evnistilfar í luftini. Luft- og sjóarhiti, hitamegi og hitalutfall yvir land og hav. Há- og látrýst. Lógir fyri vindgerð og stormum. Skýggj og avfall. Praktisk veðurtænasta. Teir mest týdningarmiklu havstreymar, gongd og ávirkan. 10. Fiskalívs- og fiskiskapslæra (munnlig): a) Stuttgreind fiskiskapsbiologi: Gróður og vakstrarviðurskifti hjá lívs- kykti í havinum, kunnleiki til tey mest veiddu fiskasløg í norðurhøvum, gýting, fi- skaferðing og nýtsla av fi- skiskapsrannróknum til fra- ma fyri veiðimøguleikar. b) Kunnleiki til fiskifør av ymiskum sløgum. Útgerð, reiðskap og veiðimátar. Yv- irlit yvir framleiðslu av fiski til ymiskar marknaðir. Við- gerð av fiski. 11. Maskinlæra (munnlig): Stutt yvirlit yvir dampmaskinur, ketlar, cylindarmekanismur, kondensatorar, pumpur, damp- og vatnrør. Hylling á elektrisku innlegging skip- sins. 12. Heilsulæra: Karakterurin til setiskipararoyndina verður fluttur óbroyttur. § 2. Hesir karakterir verða givnir: Føroyskt, flutt 1 kar. Danskt, flutt 1 „ Eniskt, munnligt 1 „ Siglingarlæra, skrivlig 2x3 tímar 2 „ Siglingarlæra, munnlig 1 „ Siglingarlæra, instru- mentir, munnligt 1 „ Matematik-rokning, skrivlig 1x3 tímar 1 „ Fysikk og ravmagnslæra, skrivlig 1x3 tímar 1 „ Sjórættur, munnligur 1 „ Sjóreglur, munnligar 1 „ Veður- og havlæra, munnlig 1 „ Fiskalívs- og fiskiskaps- læra, munnlig 1 „ Maskinlæra, munnlig 1 „ Heilsulæra, flutt 1 „ tilsamans 15 kar § 3. Karakterstigini eru hesi: -f-5, -3, -s-l, 0, 1, 2, 3, 4, 5, 6 og 7. Fyri at standa prógv krevst í minsta lagi karakterurin 3 í miðal. f siglingarlæru krevst í minsta lagi miðalkarakterurin 3 í sjóreglum krevst í minsta lagi karakterurin 2. § 4. Tey prógv, ið tikin eru eftir reglunum í hesari kunngerð, fáa somu rættindir sum skipara- prógv eftir løgtingslóg nr. 8, 19. marts 1954 um sjómansskúla og sjómanslæru. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Tórshavn, 19. februar 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Djurhuus

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.