Føroya kunngerðasavn A og B - 20.03.1958, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.03.1958, Blaðsíða 10
§ 35. YMSIR GRUNNAR: 1. Til felagsbyggigrunnin 2. Til kirkjugrunnin .... 22 100.000 70.000 170.000 § 36. RENTUÚTREIÐSLUR: 1. Renta av lánum .......................... 72.000 § 37. OGNARÚTREIÐSLUR: 1. Aðrar ognarútreiðslur ....................... 15.000 Munur: 45.565 15.455.000 VIÐMERKINGAR: Til § 16.2.1. Ein av fulltrúunum av 1. stigi er samstunđis skrivstovu- stjóri á líkningarráðnum. Til § 16.4.9. Eftir § 12 í tænastumannalógini ger fíggjarnevndin til- mæli um hæddina av útiviðbótini. Til § 18.4.2. Hesar 100.000 kr. og tær 100.000 kr., ið játtaðar eru á fíggjarlógini 1957-58, verða at leggja í serligan grunn: Byggigrunnur strandferðslu landsins. Til § 19.8.8. Játtaðar eru uppí 400.000 kr. í studningi til bygging av kommunuskúla í Tórshavn við 40.000 kr. árliga í 10 ár. Uppi í samlaðu studningsjáttanini er 6. rata av hesum studningi og 125.000 kr. til hægri skúla. Til § 20.3.3. Játtaðar eru 10.000 kr. við 1.000 kr. árliga í 10 ár til savn- an av føroyskum staðarnøvnum í samband við Dansk Stednavneudvalg; hetta verður 6. rata. Til § 20.5.2. Landskassans studningur er fyri fyrst upp í 80 % av tí peningi, bygdin letur, tó ikki meira enn 2 kr. pr. íbúgva. Til § 20.6.3.2. Landsstýrið ger av, eftir hvørjum reglum, studningur verður latin. Til § 20.7. Sama lista sum 1957-58. Til § 21.4. Játtaðar eru 46.000 kr. í studningi til at flyta sjómans- heimið í Føroyingahavnini longur inn á fjørðin. 10.000 kr. eru veittar í 1956-57, og restin verður at veita við 9.000 kr. árliga í 4 ár, fyrstu ferð 1957-58. Hetta er so 2. rata av teimum 36.000 kr. Tað, sum eftir er av játtanini 20.000 kr. ella 11.000 kr. verður at býta millum sjómansheimið í Føroyingahavnini og arbeiðið fyri føroyskar sjómenn aðrastaðni. Landsstýrið ger av, hvussu nógv verður at veita til hvørt staðið. Til § 21.8. Peningurin verður at nýta eftir nærri samráðing við fíggj- arnevnđina; tó skulu í minsta lagi 1.300.000 kr. leggjast í grunnin til endurnýgging av fiskiskipaflotanum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.