Føroya kunngerðasavn A og B - 20.03.1958, Page 10
§ 35. YMSIR GRUNNAR:
1. Til felagsbyggigrunnin
2. Til kirkjugrunnin ....
22
100.000
70.000 170.000
§ 36. RENTUÚTREIÐSLUR:
1. Renta av lánum .......................... 72.000
§ 37. OGNARÚTREIÐSLUR:
1. Aðrar ognarútreiðslur ....................... 15.000
Munur: 45.565
15.455.000
VIÐMERKINGAR:
Til § 16.2.1. Ein av fulltrúunum av 1. stigi er samstunđis skrivstovu- stjóri á líkningarráðnum.
Til § 16.4.9. Eftir § 12 í tænastumannalógini ger fíggjarnevndin til- mæli um hæddina av útiviðbótini.
Til § 18.4.2. Hesar 100.000 kr. og tær 100.000 kr., ið játtaðar eru á fíggjarlógini 1957-58, verða at leggja í serligan grunn: Byggigrunnur strandferðslu landsins.
Til § 19.8.8. Játtaðar eru uppí 400.000 kr. í studningi til bygging av kommunuskúla í Tórshavn við 40.000 kr. árliga í 10 ár. Uppi í samlaðu studningsjáttanini er 6. rata av hesum studningi og 125.000 kr. til hægri skúla.
Til § 20.3.3. Játtaðar eru 10.000 kr. við 1.000 kr. árliga í 10 ár til savn- an av føroyskum staðarnøvnum í samband við Dansk Stednavneudvalg; hetta verður 6. rata.
Til § 20.5.2. Landskassans studningur er fyri fyrst upp í 80 % av tí peningi, bygdin letur, tó ikki meira enn 2 kr. pr. íbúgva.
Til § 20.6.3.2. Landsstýrið ger av, eftir hvørjum reglum, studningur
verður latin.
Til § 20.7. Sama lista sum 1957-58.
Til § 21.4. Játtaðar eru 46.000 kr. í studningi til at flyta sjómans- heimið í Føroyingahavnini longur inn á fjørðin. 10.000 kr. eru veittar í 1956-57, og restin verður at veita við 9.000 kr. árliga í 4 ár, fyrstu ferð 1957-58. Hetta er so 2. rata av teimum 36.000 kr. Tað, sum eftir er av játtanini 20.000 kr. ella 11.000 kr. verður at býta millum sjómansheimið í Føroyingahavnini og arbeiðið fyri føroyskar sjómenn aðrastaðni. Landsstýrið ger av, hvussu nógv verður at veita til hvørt staðið.
Til § 21.8. Peningurin verður at nýta eftir nærri samráðing við fíggj- arnevnđina; tó skulu í minsta lagi 1.300.000 kr. leggjast í grunnin til endurnýgging av fiskiskipaflotanum.