Føroya kunngerðasavn A og B - 30.11.1961, Qupperneq 3
135
Nr. 64. 16. oktober.
REGLUGERÐ
íyri umsiting av Telefonverki
Føroya Løgtings.
§ 1.
Føroya landsstýri setur tæn-
astumenn undir telefonverk-
inum sum ásett við løgtingslóg
nr. 31 frá 18. mai 1961. Onnur
tænastufólk verða at seta sum
tørvur er á í samráð við tele-
fonverkstjóran.
§ 2.
Telefonverkstjorin situr fyri
dagliga rakstrinum. Tingsam-
tyktir, allar broytingar og ný-
skipanir, eins og øll arbeiði, ið
bera størri kostnað við sær enn
vanligur rakstur, verða at seta
í verk í samráð við og sam-
bært avgerð landsstýrisins
(landsstýrismannin, ið hevur
telefonverkið undir sær).
§ 3.
Sáttmáli við verkfeløg um
byggiarbeiði og ella keyp av
tilfari viðvíkjandi slíkari bygg-
ing verður at gera við undir-
skxift av awarandi landsstýr-
ismanni og verkstjóranum.
011 lántøka, telefonverkið
ger, verður at skipa gjøgnum
landsstýrið.
Viðvíkjandi ávísing av pen-
ingi ger løgmaður serliga skip-
an.
§ 4.
Skrivstovustjórin skal undir
ábyrgd yvir fyri telefonverk-
stjóranum vera til hjálpar við
đagligari leiðslu av telefon-
verkinum, og er tann næsti
fyrisetti hjá teim á telefon-
støðunum settu tænastufólk-
um. Hann hevur undir tele-
fonstjóranum ábyrgd av rokn-
skaparhalđi og kassaførslu og
skal ansa eftir, at ársrokn-
skapur verksins við fíggjar-
standi fyri farna roknskapar-
árið eins og aðrir ársroknskap-
ir, telefonverkið hevur at greiða
úr hondurn, grannskoðaðir
verða ávarandi landsstýiis-
manni í hendi innan 1. juli.
§ 5.
Eftirlit við roknskaparførslu
eins og kassaeftirlit verða
skipað av landsstýrinum.
§ 6.
Landsstýrið skilar sær rætt
til at broyta ella gera uppí-
skoyti til hesa reglugerð, um
stýrið heldur tørv vera til tess.
§ 7-
Henda reglugerð fær gildá
beinanvegin. Samstundis verð-
ur reglugerð nr. 28, 28. febru-
ar 1950, tikin úr gildi,
Føroya landsstýri, 16. okto-
ber 1961.
P. M. Dam.
løgmaður.
J. P. Ellendersen.