Føroya kunngerðasavn A og B - 30.11.1961, Síða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.11.1961, Síða 3
135 Nr. 64. 16. oktober. REGLUGERÐ íyri umsiting av Telefonverki Føroya Løgtings. § 1. Føroya landsstýri setur tæn- astumenn undir telefonverk- inum sum ásett við løgtingslóg nr. 31 frá 18. mai 1961. Onnur tænastufólk verða at seta sum tørvur er á í samráð við tele- fonverkstjóran. § 2. Telefonverkstjorin situr fyri dagliga rakstrinum. Tingsam- tyktir, allar broytingar og ný- skipanir, eins og øll arbeiði, ið bera størri kostnað við sær enn vanligur rakstur, verða at seta í verk í samráð við og sam- bært avgerð landsstýrisins (landsstýrismannin, ið hevur telefonverkið undir sær). § 3. Sáttmáli við verkfeløg um byggiarbeiði og ella keyp av tilfari viðvíkjandi slíkari bygg- ing verður at gera við undir- skxift av awarandi landsstýr- ismanni og verkstjóranum. 011 lántøka, telefonverkið ger, verður at skipa gjøgnum landsstýrið. Viðvíkjandi ávísing av pen- ingi ger løgmaður serliga skip- an. § 4. Skrivstovustjórin skal undir ábyrgd yvir fyri telefonverk- stjóranum vera til hjálpar við đagligari leiðslu av telefon- verkinum, og er tann næsti fyrisetti hjá teim á telefon- støðunum settu tænastufólk- um. Hann hevur undir tele- fonstjóranum ábyrgd av rokn- skaparhalđi og kassaførslu og skal ansa eftir, at ársrokn- skapur verksins við fíggjar- standi fyri farna roknskapar- árið eins og aðrir ársroknskap- ir, telefonverkið hevur at greiða úr hondurn, grannskoðaðir verða ávarandi landsstýiis- manni í hendi innan 1. juli. § 5. Eftirlit við roknskaparførslu eins og kassaeftirlit verða skipað av landsstýrinum. § 6. Landsstýrið skilar sær rætt til at broyta ella gera uppí- skoyti til hesa reglugerð, um stýrið heldur tørv vera til tess. § 7- Henda reglugerð fær gildá beinanvegin. Samstundis verð- ur reglugerð nr. 28, 28. febru- ar 1950, tikin úr gildi, Føroya landsstýri, 16. okto- ber 1961. P. M. Dam. løgmaður. J. P. Ellendersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.