Føroya kunngerðasavn A og B - 30.11.1961, Qupperneq 4
136
Nr 65. 18. oktober.
REGLUGERÐ
viðvíkjandi minkahaldi.
Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 19
frá 4. mai 1961 hevur lands-
stýrið fyrisett fylgjandi:
§ 1.
Minkur skal altíð haldast i
búri. Um undirlagið er ikki
fast tilfar, sum t. d. beton,
skulu búrini hava netbeton.
Maskuvíđdin skal ikki vera
meir enn 2Vi cm og tráðtjúkt-
in ikki undir 1V2 mm.
§ 2.
Uttan um búrini skal vera
ein garður. Millum búrini og
garðin skal vera frítt rúm,
minst 1 m.
Garðurin skal vera minst 2
m høgur, bygdur av beton,
brettum ella øðrum líka álít-
andi tilfari ella av neti. Er
garðurin av brettum, skal ikki
vera meir enn 2% mm opið
millum tey. Verður net brúkt,
skal tað hava maskuvídd og
tráðtjúkt, sum nevnt undir
s
Garður ella stik um minka-
garð skal gerast so, at rotta
kann ikki grava seg inn undir
í neðra og gera holur, sum
minkurin kann fara út ígjøgn-
um.
Hurðar á minkagarði skulu
haldast læstar.
Skrástívarar, stólpar og ann-
að garðstilfar (sum minkur
kann fara upp eftir) skal vera
tryggjað við jarnplátu IV2 m
frá jørðini, so at minkur slepp-
ur ikki upp um.
§ 4.
Fyri inngongdini til minka-
garð skal vera eitt forrúm,
minst 2 m hvønn vegin av
sama tilfari, sum í gr. 3 krevst
til minkagarð. Hetta rúm skal
vera minst 2 m høgt, og vissað
fyri, at rottan grevur seg ikki
inn undir.
Hurðin út frá hesum for-
rúmi skal lata seg aftur sjálv.
§ 5-
Aðrenn minkagarður verður
gjørdur, skal avvarandi heilsu-
myndugleiki hoyrast og geva
sítt viðmæli.
§ 6.
Aðrenn minkagarður verður
tikin í brúk, skal avvarandi
lata landsstýrið vita av. Lands-
stýrið letur tá garðin sýna, og
skal hann ikki takast í brúk,
uttan hetta sýn góðkennir hann
at vera gjørdur eftir reglu-
gerðini.
§ 7.
Landsstyrið hevur rætt til
einahvørja tíð at lata minka-
garð kanna, um hann er so í
standi, at tað er vissa fyri, at
dýrini sleppa ikki út.
Finnur landsstýrið, at ábøt-
ur eru neyðugar, hevur eigarin
skyldu beinan vegin at gera
tær eftir landsstýrisins ráðum.
§ 8.
Brot moti hesi reglugerð ko-
ma undir sekt, og mál fara
fram sum løgreglumál.
Føroya landsstýri, tann 18.
oktober 1961.
N. W. Poulsen,
landsstýrismaður.
J. Djurhuus.