Føroya kunngerðasavn A og B - 30.11.1961, Síða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.11.1961, Síða 4
136 Nr 65. 18. oktober. REGLUGERÐ viðvíkjandi minkahaldi. Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 19 frá 4. mai 1961 hevur lands- stýrið fyrisett fylgjandi: § 1. Minkur skal altíð haldast i búri. Um undirlagið er ikki fast tilfar, sum t. d. beton, skulu búrini hava netbeton. Maskuvíđdin skal ikki vera meir enn 2Vi cm og tráðtjúkt- in ikki undir 1V2 mm. § 2. Uttan um búrini skal vera ein garður. Millum búrini og garðin skal vera frítt rúm, minst 1 m. Garðurin skal vera minst 2 m høgur, bygdur av beton, brettum ella øðrum líka álít- andi tilfari ella av neti. Er garðurin av brettum, skal ikki vera meir enn 2% mm opið millum tey. Verður net brúkt, skal tað hava maskuvídd og tráðtjúkt, sum nevnt undir s Garður ella stik um minka- garð skal gerast so, at rotta kann ikki grava seg inn undir í neðra og gera holur, sum minkurin kann fara út ígjøgn- um. Hurðar á minkagarði skulu haldast læstar. Skrástívarar, stólpar og ann- að garðstilfar (sum minkur kann fara upp eftir) skal vera tryggjað við jarnplátu IV2 m frá jørðini, so at minkur slepp- ur ikki upp um. § 4. Fyri inngongdini til minka- garð skal vera eitt forrúm, minst 2 m hvønn vegin av sama tilfari, sum í gr. 3 krevst til minkagarð. Hetta rúm skal vera minst 2 m høgt, og vissað fyri, at rottan grevur seg ikki inn undir. Hurðin út frá hesum for- rúmi skal lata seg aftur sjálv. § 5- Aðrenn minkagarður verður gjørdur, skal avvarandi heilsu- myndugleiki hoyrast og geva sítt viðmæli. § 6. Aðrenn minkagarður verður tikin í brúk, skal avvarandi lata landsstýrið vita av. Lands- stýrið letur tá garðin sýna, og skal hann ikki takast í brúk, uttan hetta sýn góðkennir hann at vera gjørdur eftir reglu- gerðini. § 7. Landsstyrið hevur rætt til einahvørja tíð at lata minka- garð kanna, um hann er so í standi, at tað er vissa fyri, at dýrini sleppa ikki út. Finnur landsstýrið, at ábøt- ur eru neyðugar, hevur eigarin skyldu beinan vegin at gera tær eftir landsstýrisins ráðum. § 8. Brot moti hesi reglugerð ko- ma undir sekt, og mál fara fram sum løgreglumál. Føroya landsstýri, tann 18. oktober 1961. N. W. Poulsen, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.