Føroya kunngerðasavn A og B - 04.12.1964, Page 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.12.1964, Page 8
112 Nr. 68. 4. desember. SKIPAN fyri Minnisgrunn Guðnyar og Jóannesar Paturssonar J. Hesin grunnur varð stovn- aður tann 21. september 1943 í sambandi við gullbrúdleyp Guðnyar og Jóannesar Pat- urssonar í Kirkjubø. Grunnurin er í dag krónur 31.754,78. Peningurin skal standa á bankabók í Sjó- vinnubankanum í Tórshavn. Stýrið kann tó, er tað ein- mælt samt um tað, seta pen- ingin í virðisskjøl. Síðan grunnurin varð stovnaður, er roknskapurin førdur av Sjóvinnubankanum. 3. Endamál grunsins er at veita studning til lesandi føroyingar, ið søkja sær kunnleika uttanfyri Føroyar; og studningur kann verða latin til rannsóknir í og til bókaútgávu um Kirkjubøar søgu. Studningar frá grunninum verða latnir burtur av tí vinningi, ið fæst av rentum. Tó skal nevndin nýta helvt- ina av rentuinntøkunum at leggja afturat grunnstovn- inum, soleiðis at bert helm- ingur av rentunum verður nýttur til studningar. Sam- tyktir um studning verða tiknar á hvørjum ári. 3. f stýrinum fyri grunnin- eru 3 limir, av teimum eru sitandi kongsbóndi á Kirkju- bøar garði og bankastjórin í Sjóvinnubankanum, Tórs- havn, sjálvvaldir. 3. limurin er í løtuni Pauli Dahl, yvir- lækni, Tórshavn. Tá ið hann doyr ella sigur seg frá, skulu hinir báðir limirnir velja nýggjan mann í hansara stað. Tann til eina og hvørja tíð sitanđi kongsbóndi og bankastjóri í Sjóvinnubank- anum hava soleiðis rætt til at fullmanna stýrið við ein- um limi, hvørja ferð 3. lim- urin fer frá. 4. Roknskaparár grimsins er álmanaksárið. Eyrsta rokn- skaparárið aftaná hesa skip- an endar 31. desember 1962. Roknskapurin verður grannskoðaður av grann- skoðara, sum stýrið velur. Kirkjubøur og Tórshavn, tann 1. januar 1963. Páll Patursson P. Dahl R. Olsen Staðfest í landsstýrinum. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 4. desem- ber 1964. Hákun Djurhuus, løgmaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.