Føroya kunngerðasavn A og B - 04.12.1964, Síða 8
112
Nr. 68. 4. desember.
SKIPAN
fyri Minnisgrunn Guðnyar og
Jóannesar Paturssonar
J. Hesin grunnur varð stovn-
aður tann 21. september 1943
í sambandi við gullbrúdleyp
Guðnyar og Jóannesar Pat-
urssonar í Kirkjubø.
Grunnurin er í dag krónur
31.754,78. Peningurin skal
standa á bankabók í Sjó-
vinnubankanum í Tórshavn.
Stýrið kann tó, er tað ein-
mælt samt um tað, seta pen-
ingin í virðisskjøl. Síðan
grunnurin varð stovnaður,
er roknskapurin førdur av
Sjóvinnubankanum.
3. Endamál grunsins er at
veita studning til lesandi
føroyingar, ið søkja sær
kunnleika uttanfyri Føroyar;
og studningur kann verða
latin til rannsóknir í og til
bókaútgávu um Kirkjubøar
søgu.
Studningar frá grunninum
verða latnir burtur av tí
vinningi, ið fæst av rentum.
Tó skal nevndin nýta helvt-
ina av rentuinntøkunum at
leggja afturat grunnstovn-
inum, soleiðis at bert helm-
ingur av rentunum verður
nýttur til studningar. Sam-
tyktir um studning verða
tiknar á hvørjum ári.
3. f stýrinum fyri grunnin-
eru 3 limir, av teimum eru
sitandi kongsbóndi á Kirkju-
bøar garði og bankastjórin í
Sjóvinnubankanum, Tórs-
havn, sjálvvaldir. 3. limurin
er í løtuni Pauli Dahl, yvir-
lækni, Tórshavn. Tá ið hann
doyr ella sigur seg frá, skulu
hinir báðir limirnir velja
nýggjan mann í hansara
stað. Tann til eina og hvørja
tíð sitanđi kongsbóndi og
bankastjóri í Sjóvinnubank-
anum hava soleiðis rætt til
at fullmanna stýrið við ein-
um limi, hvørja ferð 3. lim-
urin fer frá.
4. Roknskaparár grimsins er
álmanaksárið. Eyrsta rokn-
skaparárið aftaná hesa skip-
an endar 31. desember 1962.
Roknskapurin verður
grannskoðaður av grann-
skoðara, sum stýrið velur.
Kirkjubøur og Tórshavn,
tann 1. januar 1963.
Páll Patursson P. Dahl
R. Olsen
Staðfest í landsstýrinum.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, 4. desem-
ber 1964.
Hákun Djurhuus,
løgmaður.
J. Djurhuus.