Føroya kunngerðasavn A og B - 31.03.1973, Blaðsíða 6
6
Nr. 8. 16. februar.
KUNNGERÐ
um
tolling av ymiskum
motorakførum
Eftir løgtingslóg nr. 23
frá 11. februar 1950 við
seinni broytingum um ínn-
flutnmgsgjøld o.m. hevur
landsstyrið fyrisett:
s
Fyri at motorakfar kann
koma undir toll eftir fylgj-
andi lbnr. í løgtingslóg nr.
23 frá 11. februar 1950 við
seinni broytingum um inn-
flutningsgjøld o.m. krevst:
1. 27.03: Hýruvognar. At
eigarin røkir fólkaflutn-
ing sum høvuðsvinnu-
veg, og at vognurin
lýkur treytirnar, sum
íyrisettar eru í kunngerð
nr. 28 frá 19. mai 1972
um motorakfør, ið nýtt
verða til vinnuligan
fólkaflutning. Vognurin
má ikki fara í aðra vin-
nu uttan loyvi frá gjald-
stovuni.
2. 27.05 og 27.06: Vøru-
vognar. At akfarið hev-
ur einki setur í vøru-
kassanum ella tilgerð til
tílíkt, smbr. kunngerð
nr. 6 frá 14. februar
1973 um broyting í
kunngerð um tilgerð og
útgerð hjá akførum.
3. 27.07: Knallertir (prutl).
At akfarið er tví- ella
tríhjólað við hjálpimo-
tori við slagvolumen
ikki oman fyri 50 cc og
gongur ikki skjótari
enn 30 km/t eftir sløtt-
um og hevur đanska
ella føroyska typukenn-
ing. Hesi eyðkexmi skulu
týðiliga lesast av fak-
tura.
4. 29.09: Avlamisvognar.
At eigarin er so lamin,
at hann er ikki førur
fyri at røkja vinnu ella
starv uttan nýtslu av
motorakfari, ella at tað,
aftaná at ummæli er
fingið frá Føroya Van-
lukkutryggingarráð,
verður hildið neyðugt
hjá honum at hava mo-
torakfar, men treytin í
báðum førum er, at
eigarin sjálvur førir
vognin.
§ 2.
Verða treytirnar i § 1
ikki gjølliga hildnar ella
broytingar gjørdar í til-
gerðini aftaná innflutning-
in, kemur akfarið imdir
toll eftir lbnr. 27.01 og
27.02.
m _u. .
§ 3.
Brúkt motorakfør kunnu
koma undir toll eftir met-
ing (smbr. § 5, stk. 3 í løg-
tingslóg um innflutnings-
gjøld o.m. við seinni
broytingum).
§ 4.
Henda kimngerð kemur í
gildi beinan vegin. Sam-
stundis fer úr gildi kunn-
gerð nr. 34 frá 14. juli
1971.
Hetta verður gjørt kun-
nugt.
Føroya landsstýri, 16.
februar 1973.
Eli Nolsøe
] andsstýrismaður
/ J. Ellendersen