Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 30.04.1991, Síða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 30.04.1991, Síða 4
36 Verður bert ein kanning gjørd av mjólkini frá einum neytahaldi í einum mánaði, skal studningurin veitast eftir hesum eina úrslitinum. Hevur neytahald latið mjólk til mjólkarvirki uttan at kanning er gjørd av hesi mjólk í einum mánaði, skal studningurín veitast eftir teimum tveimum seinastu úrslitunum fyri avvarðandi neytahald. e) Uppgerð fyri mjólkarvirki hvønn mánað yvir litratal sambært handilsbókum við tilskilan av floksbýti og søluprísi til keypara. Ád 2) Privat søla. Framleiðarin sendir inn váttan frá keypara yvir litratal við tilskilan av prísi, keyparin hevur goldið. Ad 3) Kjøtstudningur. Umsóknir um kjøtstudning skulu sendast Føroya Jarðarráð innan ein mánað frá tí at neytið/svínið er dripið. Aldur, kyn, slaktivekt og -dagur skal verða váttað av seljaranum, meðan keyparin skal vátta fyri móttøkuna. Fyri serframleiðslu av neyta/svínakjøti kann landsstýrið gera serliga skipan. Ad 5) Eggjastudningur. Góðkend váttan um eggjatal við prísi skal fylgja við umsóknini. sum ikki skal vera eldri enn ein mánað. Studningar í hesi kunngerð verða umsitnir av Føroya Jarðarráð. Umsóknir um studning skulu sendast Føroya Jarðarráð, Postboks 50, 110 Tórshavn. Umsóknarbløð fáast við at venda sær til skrivstovu ráðsins, telef. 11180. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya Landsstýri, 23. apríl 1991 John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.