Føroya kunngerðasavn A og B - 30.04.1991, Blaðsíða 5
37
Nr. 18 23. aprfl
KUNNGERÐ
um
forboð fyri sølu ella nýtslu av ávísum matvørum frá Peru.
Við heimild í § 12, jbr. § 8 og 51 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið
fyrisett:
§ 1. Tað er bannað at selja ella nýta hesar matvørur feskar, kølaðar ella frystar: grønmeti, frukt, ftsk og
fiskavørur, um tær hava uppruna í ella eru sendar frá Peru, og ikki hava fingið viðgerð, ið tryggjar at
sjúkuelvandi bakteriur eru óskaðiliggjørdar.
§ 2. Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót, hefti ella fongsul upp í 1 ár.
§ 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 23. aprfl 1991
Thomas Arabo (sign.)
landsstýrismaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)