Føroya kunngerðasavn A og B - 30.04.1991, Blaðsíða 8
40
Nr. 21 24. apríl
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
§ 1.
I kunngerð nr. 17 frá 9. mars 1979 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum sum broytt við
kunngerð nr. 109 frá 4. november 1982, verða hesar broytingar gjørdar:
1. í § 1, stk. 1, § 2 og § 4 verður »2,5 m« broytt til: »2,55 m«.
2. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
»Breiddin á akfari fest í motorvogn (bil) má ikki fara upp um breiddina á dragandi akfarinum til hvørja
síðu við meira enn
1) 0,1 m um viðfesti vognurin er breiðari enn 2,3 m.
2) 0,3 m um viðfesti vognurin er breiðari enn 2,1 m, men ikki breiðari enn 2,3 m.«
3. I § 7, stk. 1 og 3 verður »15,5 m« broytt til: »16,5 m«.
4. I § 7, stk. 1 verða orðini: »Hevur motorvognur krana, kann longdin á vognraðnum vera 15,75 m«
strikað.
5. I § 8, stk. 1 verður »18 m« broytt til: »18,5 m«.
§2.
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Føroya Landsstýri, 24. apríl 1991
Marita Petersen (sign.)
landsstýriskona
/ Jalgrím Hilduberg (sign.)
Hefti 5 • Nr. 14-21 • Útgivið tann 30. aprfl 1991
Prent: Dimmalctting