Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1991, Blaðsíða 14

Føroya kunngerðasavn A og B - 16.05.1991, Blaðsíða 14
78 Nr. 35 LØGTIN GSLÓG um stuðul til vørumenning á føroyskum fískavirkjum. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Heimilað verður landsstýrinum, saman við fiskivinnunevnd løgtingsins, í fíggjarárinum 1991 at nýta upp til kr. 12 mió. av játtanini til studning til fiskivinnuna í stuðuli til vørumenning á føroyskum fiskavirkjum. Hesin stuðul kann veitast til verk- ætlanir og marknaðarføring, herundir tíðaravmark- aðan stuðul fyri kg av framleiðsluni. § 2. Stuðulin kann latast til verkætlanir, hvørs enda- mál er at menna nýggjar vørur og marknaðarføring av hesum, sum kunnu geva munabetri íkast til sam- felagið. Stk. 2. Stuðul kann latast einstøkum fiskavirki ella samtøku av fiskavirki og sølufyritøku. § 3. Treytir fyri stuðuli er: a) at virkið/samtøkan kann framleggja útgreinda frágreiðing um verkætlanina, tíðarætlan og meting um kostnað og inntøkur og b) at verkætlanin kann menna fiskavirkingini á landi yvirhøvur og gevur virðisøking til samfel- agið. § 4. Landsstýrið saman við fiskivinnunevnd løg- tingsins er heimilað at játta upp til 1/3 av kostnað- inum fyri verkætlanina. § 5. Landsstýrið ger reglugerð fyri umsiting og út- gjaldan av stuðuli. Henda reglugerð verður løgd fýri fiskivinnunevnd løgtingsins til góðkenningar. § 6. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1991. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 109 frá 3. august 1990 um ískoyti til fiskavirkir. 7. mai LAGTINGSLOV om støtte til produktudvikling pá færøske fískerivirksomheder. 1 overensstemmelse med vedtagelse af Færøer- nes lagting stadfæster og kundgør lagmanden føl- gende lagtingslov: § 1. Landsstyret bemyndiges til, sammen med lag- tingets fiskeriudvalg, i finansáret 1991 at anvende op til kr. 12 mio. af bevillingen til støtte til fiskeriet i støtte til produktudvikling pá færøske fiskerivirk- somheder. Støtten kan anvendes til produktudvik- ling og markedsføring, her iberegnet tidsbegrænset støtte pr. kg af produktionen. § 2. Støtten kan gives til projekter, hvis formál er at udvikle nye produkter og markedsføring af disse, som kan give et fordelagtigt bidrag til samfundet. Stk. 2. Støtten kan gives til enkelte fiskerivirksom- heder eller til en sammenslutning af fiskerivirk- somhed og salgsforetagende. § 3. Betingelser for støtte er: a) at virksomheden/sammenslutningen kan frem- lægge en redegørelse over projektet, tidsplan og vurdering af omkostninger og indtægter og b) at projektet overhovedet kan udvikle fiskeritil- virkningen pá land, der skaber værdiforøgelser for samfundet. § 4. Landsstyret sammen med lagtingets fiskeriud- valg bemyndiges til at give tilsagn om op til 1 /3 af projektets omkostninger. § 5. Landsstyret fastsætter reglement for admini- stration og udbetaling at støtte. Dette reglement forelægges lagtingets fiskeriudvalg til godkendelse. § 6. Denne lov træder i kraft 1. april 1991. Stk. 2. Samtidig ophæves lov nr. 109 fra 3. august 1990 om tilskud til fiskevirksomheder. Tórshavn, 7. mai 1991 Jógvan Sundstein (sign.) varaløgmaður / Jóannes Eidesgaard (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.